Tíðirnar broytast og vit broytast við.

 

 

Eg fór at lesa til námsfrøðing tí eg vildi gera mun, og tá mítt fyrsta barn byrjaði í vøggustovu sá eg, at tað hevði týdning, at tað var skil í. 

Eg haldi framvegis, at allastaðni har tað almenna setur eina skipan í verk fyri at taka sær av børnum, ungum, vaksnum ella gomlum, fullfør ella ikki, so eigur tað, at vera gjørt á skynsaman hátt og við virðing fyri teimum sum skulu brúka skipanina - til tess at lyfta hesar týdningarmiklu uppgávur krevst at umstøður hjá starvsfólkinum eru bæði góðar og tryggar.

 

Sum námsfrøðingur, leiðari og nevndarlimur hesi seinastu árini kann eg staðfesta at okkara fakøki er nógv broytt.

 

Felagið hevur liva eitt strævið lív, tí felagið hevur bert runnið aftaná - langtíðarhugsan, framtíðarhugsan ella at leggja eina ætlan ella at skipað arbeiði er niðurraðfest í felagnum, hetta má broytast skulu vit hava ávirkan í framtíðini.

 

Í alt ov langa tíð hava vit bara reagera, tá skipanir vera broyttar, her meini eg við broytingar innan Almannaverkið, stovnan av forskúlum, umskipan av leiðslum ella økjum innan vanliga námsfrøðiliga virksemi. 

 

Ferð eftir ferð verða loysnir kroystar niður yvir okkum, sum fakfólk. Loysnir sum onnur enn námsfrøðingar, hava gjørt. Loysnir sum vit vita, bert hava tað eina endamáli og tað er, at spara pengar. Hædd verður ikki tikin fyri stóru námsfrøðiligu uppgávunum. Effektivisering í almennum høpi merkir sparing, ella arbeiða meir fyri minni.

 

Vit eiga at koma við røttu loysnunum, vísa á hvat skal til fyri at megna uppgávur, sum skulu loysast. Og ikki bara bíða til onkur kemur og sigur, at “Nei tit skulu megna meira fyri minni, tí vit hava ikki ráð”.

 

Um broyting ikki kemur í nú, er vandi fyri at vit skulu renna enn meir fyri enn minni.

 

Tað er nokk snakkað nú skal handlast - vit skulu, sum fakfelag, seta kósina. Vit kunnu blíva við at bíða eftir at Mentamálaráðið, Almannaráðið ella kommunurnar finna útav at spyrja okkum eftir. Vit hava bíða í áravís eftir einum dagstovnaráði, og vit bíða enn, alt meðan tað verður umskipa og spart. Tað er í dag vit skulu seta kósina, í morgin er ov seint.

 

Eitt tað fyrsta eg vil seta í verk er okkara egna dagstovnaráð og sosialpedagogiskaráð. Hesi ráð skulu arbeiða hvørt við sínum øki og mannast av tykkum, sum fakfólk innan øki, tí tað eru tit sum hava vitanina um økini.

 

Eitt sterkt fakfelag er, eitt felag har hvør einstakur limur kennir seg heima og torir at gera sín ávirkan galdandi - eitt sterkt felag gagnnýtir allar sínar 2000 limir, við teirra ymisku hugskotum, tankum og loysnum.

 

Sáttmálasamráðingar skulu vera í ár og eg haldi at tit, limir, eiga at vera meira við - bæði tá ræður um innihald og kunning. Her er einki at fjala. 

Tey málini eg haldi hava størstan týdning í løtuni eru: 

  • At grundlønir og eftirlønir vera javnsettar. 
  • At lønirnar skulu hækkast.
  • At arbeiðsumhvørvið verður raðfest hægri.

 

Okkum tørvar eitt fakfelag, ið tekur støði í tykkum, í tykkara gerandisdag. Fakfelagið skal sjálvandi spyrja tykkum og hava álit á, at tað eru tit sum vita best hvat tit hava tørv á. Vit tykkara hjálp mugu vit fáa lýst hvussu vit á bestan hátt skipa felagið soleiðis, at øll hoyra til og at øll megna at vera við. Er tað bygnaðarbroytingar, ið krevjast innan felagið, so gera vit tað.

 

Eg bjóði meg fram at fremja tað sum er neyðugt. Eg ynski eitt felag, har vit øll kunnu kenna okkum sum væl og ikki bara tey fáu.

Eg vil hava eitt felag, sum hevur áræði at varpa ljós á hvussu námsfrøðiligu skipanirnar eiga at vera settar saman, til tess at námsfrøðiligu málsetningar kunnu røkkast.

Eg vil hava eitt felag sum handlar og ikki bíðar eftir at onkur annar hevur handla.

Eitt felag sum gongur fremst. 

 

Eg bjóði meg fram, tí eg veit at eg kann gera mun og eg veit at eg kann gera tað betur. 

 

Føroya Pedagogfelag hevur týdning - Føroya Pedagogfelag skal gera mun. Føroya Pedagogfelag skal gera tað betur.

in Greinar
Created: 18 February 2015