Javel harra formaður

Formaðurin í Lærarafelagnum skrivaði oddagrein í seinasta Skúlablaðunum, undir heitinum “Forskúli ella frítt spæl”.

Eg kenni meg noyddan at koma við nøkrum viðmerkingum, nú hann so speiskliga skjýtur eftir mær. At vera samanborin við Rousseau, ein heimspekingur frá 1700 talinum, er ikki tað ringasta, sum er hent mær - og tó, týðir tað uppá at hann yvirhøvur ikki hevur hoyrt ella lisið tað, sum eg havi sagt.

 

Granskingar úrslitini, sum eg havi víst á, eru so at siga øll frá eftir ár 2000. Eg havi, sum so, onga meining um PISA, men eg havi víst á hvat gransking sigur um “standardiseraðar” royndir.

 

Formaðurin sigur at nevndirnar í feløgunum hava “gjørt sær greitt, at ein støða í málinum eigur at verða tikin á námsfrøðiligum grundarlag og ikki á einum fakfelagsligum” - hesum kann eg ikki vera annað enn samdur í. Tíverri tykist bara eingin vilji at vera til hetta. Lærarafelagið hevur gingið á odda við at niðurbróta samstarvshugin.

 

Haldi kósin eigur at vera, at vit savna granskarar á økinum til stevnu um útbúgvingarøki frá 0 til 16 ár. Her kundu fakfeløgini bæði bjóða inn og komi í dialog við hvørt annað og serfrøðina. Kanska Mentamálaráði og kommunurnar høvdu havt áhugað í at møtt, tað hevði verið ynskiligt.

 

Tað ber ikki til, at skúgva hundraðtals granskingarúrslit til síðis og siga, at hetta er ikki galdandi hjá okkum i Føroyum. Tú styrkir ikki samstarvshugin hjá fólki við at niðurgerða og tileinkisgera teirra vitan. Fyri at kunna samstarva krevst at vit hava virðing fyri hvørjum øðrum.

 

Framhaldandi at “tvinga” forskúlar ígjøgnum, uttan at yvirhøvur royna, at møta sakligum kritikki, er ikki at byggja brúgv.

 

At bjóða inn til samstarv, tá ið treytir og innihaldi longu eru fastløgd, er heldur løgið. Annars vænti eg at teir námsfrøðingar, sum eru undirlønt í hesum størvum, gera sítt besta og eftir bestu sannføring.

 

Gott samstarv byrjar við at allir partar leggja síni sjónarmið fram, og so verður arbeitt harfrá.

 

 

Created: 02 March 2015