Happing á skránni hjá skúlunum – skapar ávíst óskil og órógv aðrastaðni.

Tá ætlanir vera lagdar undrast vit ofta á, at tað kann taka langa tíð áðrenn tær vera settar í verk, og onkuntíð gongur heilt einfalt ov skjótt.



 

Soleiðis er við happingar átakinum hjá Mentamálaráðnum, har lærarar og onkrir stuðlar eru boðin á skeið um happing. Alt gott um tað – tað er púra vist sera tiltrongt, at hesin trupulleikin verður viðgjørdur og fær rúmd í skipanini. 

 

Men kunningin út til avvarðandi myndugleikar tykist hava nakrar manglar – og hava vit sum fakfelag fingið ábendingar um, at kunning um hesar skeiðsdagar ikki hevur rokkið út til øll, sum vera ávirkað av hesum. Hvørki stovnar ella kommunalir myndugleikar.

 

Onkur stuðul hevur ikki fingið boðini at hann skal vera við ella hvussu lønarviðurskiftini hjá honum vera, um hann/hon skal ella ikki skal á skeið. Og kanska tað sum verri er, tykist tað at frítíðarskúlar púra eru gloymdir í øllum hesum meldrinum. Eitt er at tey starvsfólk sum arbeiða í frítíðarskúlunum ikki vera tikin við, nakað heilt annað er at tey “møguliga” skulu taka ímóti børnum allan dagin, ístaðin fyri bert seinnapartin. Hetta kemur møguliga væl við hjá summum, sum hava møguleikan at arbeiða meira – men hvussu er við teimum sum hava onnur størv við síðuna av frítíðarskúlastarvinum? Skulu tey tvingast at fara til arbeiðis í frítíðarskúlanum og so ikki kunna røkta hitt starvið? Hetta setir tey í eina tvístøðu.

 

Nakað annað er støðan sum foreldur koma í – tey skulu væl saktans framvegis til arbeiðis, sjálvt um børnini hava frí.

 

Boðini til Mentamálaráðið eru: Hatta mugu tit megna betur næstu ferð og sjálvandi eiga starvsfólk innan frítíðarskúlanar at vera tikin við!

 

in Greinar
Created: 23 August 2016