Tað góða lívið má vera málið og endamálið

Grein úr Eftirskúlin nr. 10.

Samfelagið uppalir og lærir okkum at vera strongd, at vera ónøgd og elur fram mistreysti

Tá samfelagið flytur sjóneykuna yvir á botnlinjuna, hvørt vit eydnast ella ikki í lívinum - og tá skipanir, dagstovnar, skúlar og annað flyta sítt virksemi yvir í at hugsa effektivitet í mun til pengarnar, heldur enn hvat einstaka barnið fær burturúr, tá fara vit at skapa okkum nakrar størri samfelagsligar trupulleikar.

Hvat meini eg við? Jú, vit eru eftirhondini uppfløskað við, at alt skal vera effektivt, og øll skulu fáa sum mest burturúr fyri minst møguligt stríð ella bara fyri minst. Hugtakið eitur á enskum “New Public Managment”. Tað almenna skal renna skjótari, megna meira og altíð fyri minni. 

Tað tykist ofta, sum tað verður gloymt, at tað almenna eisini er skúlin, vøggustovan, barnagarðurin og aðrir stovnar, sum taka sær av menniskjum, ið einamest hava tørv á, at fólk hava tíð til tey, og serliga her kann tað, at starvsfólk skulu renna skjótari, hava vandamiklar avleiðingar.

Vit hoyra um, hvussu okkara útbúgvingarskipanir skulu vera kappingarførar við umheimin, hvussu vit sum einstaklingar skulu vera kappingarfør - tí skal samfelagið tryggja, at øll fáa sum mest burturúr, helst so skjótt sum yvirhøvur gjørligt. 

Kanningar vera lagdar fram, har inntøkurnar hjá javnaldrum verða samanbornar í mun til útbúgvingargongd, sum um inntøkan var skilabesta amboð at staðfesta, hvørt skipanir eru skilagóðar ella ikki - og kanska hevur hetta eisini ein ávísan týdning. 

Útbúgvingarstøð og -lond vera uppgjørd við “rankinglistum”, eitt nú PISA og annað fyri at meta, um skipanirnar eru á rættari leið. Alt tí at búskapurin og nøkur lyklatøl í búskapinum skulu ganga upp. 

Hvat er “tað góða lívið” - ein spurningur, ið helst hevur ymisk svar, alt eftir hvønn tú spyr. Tó tykjast nógv tekin vera um, at fleiri og fleiri seta tað góða lívið í samband við fíggjarligt rásarúm. Er talan um vøkstur í samfelagnum, verður bert hugt eftir búskaparligum teknum. Er búskaparvøkstur, tá smílast politikararnir og klappa sær sjálvum á herðarnar, men hendir tað øvuta, er villur uppstandur, og so kappast skipanir um at skerja útreiðslur, ofta uttan serligt fyrilit, uttan at hugsa um avleiðingar, serliga menniskjaligar avleiðingar. Virðið hjá einum menniskja liggur ofta í at vera til nyttu, og vera til nyttu er tætt samanknýtt við at hava eitt starv, sum gevur tí einstaka meining.

Tá ið endamálið við barnaárunum verður at klára seg væl í framtíðini, og tað at klára seg væl tykist merkja at hava eitt starv við nógvari løn heldur enn eitt lív, sum gevur meining, so setur tað krøv til, hvussu samfelagið skipar seg.

Dagstovnar og skúlar skulu tá vera klekingarmaskinur, fram um mentanarberandi stovnar. Tær skulu tryggja, at børn ogna sær so nógva vitan og førleikar sum gjørligt so skjótt sum gjørligt, soleiðis at tey standa seg betur í kappingini um tey “góðu” ella væl løntu størvini. Búskapurin skal økjast - tí tað er soleiðis vit máta, hvørt vit liva í einum samfelagi í “menning”.

Úrslitið gerst skjótt, at vit bert skulu renna skjótari og skjótari - og tað eru tekin um, at hetta er veruliga gongdin, tí vit síggja hækkandi strongdarmátingar, fleiri sjúkrameldingar og eitt stórt útboð av sjálvsmenningarskeiðum við heitum sum “mindfulness”, at læra at liva í nú’inum er vorið ein handilsvøra. Og síðani mótrákið, sum er byrjað, har vit skulu læra at standa stinn og ikki lata okkum ríva við.

Alt hetta er við til at leggja lunnar undir “handils-gering”(kommersialisering) av samfelagnum. Mátingar vera gjørdar fyri at kanna, um ein stovnur framleiðir nokk av hágóðsku ella vitanarberarar, heldur enn um menniskjuni, sum koma úr skipanunum, eru væl grundað í lívinum. Skipanir vera einsháttaðar, og fjølbroytni verður sæð sum ein trupulleiki. Sir Ken Robinson, ein enskur skúlaserfrøðingur,  viðger í fyrilestrinum hjá sær, “Changing Education Paradigms”, trupulleikarnar við einsháttingini (standardiseringini) - tí tann natúrliga avleiðingin av hesum er, at minni og minni rúm er fyri teimum, ið ikki heilt passa inn í eina skipan, sum gerst alsamt trengri. Líka so væl sum ein ørgrynna av útgávum frá serfrøðingum í hópatali vísa á, at fjølbroyttir læruhættir og umstøður hava avgerandi týdning fyri úrtøkuna hjá móttakaranum. 

Vit øtast øll vøksturin í harðskapsmálum, vøksturin í sálarligum trupulleikum, og seta kanska ikki so ofta spurning við samfelagsskipanina, ella um hesar skipanir eru partur av trupulleikanum ella ein bati í mun til trupulleikan.

Spurningurin er kanska, um vit kunnu vænta annað, tá ið øll skulu verða meira líka, renna skjótari, megna meir og tola meir. Sjálvandi hevur tað avleiðingar.

At liva eigur at vera eitt endamál í sjálvum sær

Í námsfrøðiliga yrkinum er evnið “robust” ella mótstøðuførið hjá barninum, hvussu stinn tey eru, eitt viðkomandi evni, og vit vita, at neyðugt er at arbeiða við at styrkja børnini, eisini kensluliga, soleiðis at tey megna tær avbjóðingarnar, sum standa teimum fyri framman í lívinum. Sum oftast tykist kjakið tó at snúgva seg um, hvørt vit tora at lata børnini megna nakrar kropsligar avbjóðingar, at klatra, at ganga í ósløttum, og hvussu skjótt teimum skal verða veitt hjálp, tá tey eru dottin. Hetta er eisini partur av stóra evninum at vera mótstøðuførur, tá lívsins ódnir bresta á rundan um teg, men ikki alt.

Fjølbroytni og ymiskleiki í útbúgvingarskipanini átti heldur at verið ein mátistokkur fyri góðskuni í okkara lærustovnum, heldur enn PISA. Hvussu væl okkara samfelag kann møta øllum, við teirra ymisleika, stór ella smá, tey skjótu ella tey seinru, tey bókligu ella tey handaligu, ella tey sum eru væl fyri á fleiri økjum. Hvussu væl møta vit teimum, sum eru í einum aldudali ella aldutoppi? Hvussu við at hyggja at, hvussu vit kunnu skipa okkum soleiðis, at vit møta og fjálga um ymisleikan? Tí eitt er vist, skulu øll gera tað sama, liva av tí sama og passa inn í tað sama, so verður tað eitt lítið spennandi samfelag, og eg ivist eisini stórliga í, hvørt fíggjarligur framburður er møguligur.

Vit mugu tryggja fjølbroytnið við at styrkja læru- og menningarstovnar; fjølbroyttar vøggustovur, barnagarðar og skúlar er leiðin. Fjølbroyttar á tann hátt, at námsfrøðingar og lærarar sleppa at hava eitt størri frælsi til sjálv at leggja læruumhvørvið til rættis. Samstundis mugu vit arbeiða við at styrkja og varðveitta meira av ”frælsa” rúminum hjá børnunum, soleiðis at tey sjálv sleppa at seta sín dám á sína menning og gerandisdag.

Føroyar eru longu eitt heldur mentanarligt einsháttað (homogent) samfelag, og tað versnar við flytingini, fyrst til høvuðsstaðin og síðani av landinum. Útjaðarin minkar, og vit eru undir stórum mentanarligum trýsti frá umheiminum, málsliga og harvið eisini mentanarliga. Sjálvandi koma nýggjar avbjóðingar, tá ið nýggjar mentanir koma til landið. Her er ikki talan um at siga nei takk til avbjóðingarnar ella ávirkan uttanífrá, men heldur at hugsa, hvussu vit fáa gagnnýtt nýggju mentanina, samstundis sum vit brúka og varðveita ta gomlu mentanina. So væl sum útjaðarin kann læra av miðstaðnum, so gongur tað eisini hin vegin.

Vit eiga at varðveita og stimbra tað fjølbroytnið, sum er - fjølbroytni gevur okkum eina styrki. Føroyar hava leingi verið sera skapandi á mentanarpallinum, tónleikur og list annars hava verið partur av samfelagnum í langa tíð. Vit mugu varðveita hendan fjølbroytta sið, eisini tí mugu vit varðveita eitt fjølbroytt vøggustovu-, barnagarðs- og skúlatilboð. 

Eitt eftirskúlatilboð, í Hvalba, í Suðuroynni eigur, at vera eitt kærkomið høvið, at styrkt bæði eitt fjølbroyttari skúlatilboð, umframt ein styrk av tí fjølbroytta mentanarlívinum. Ein hjálp hjá miðstaðnum, og onnur, at læra av útjaðaran. Her hugsi eg, at tað hevði gagna nógvum, at sloppið, at uppliva og verið við í øðrvísi felagsskapum, enn tað sum miðstarøki kann bjóða og kanska tikið tað við norður um fjørðin aftur. Tey ungu sum fáa møguleikan at ganga í eftirskúlan, í Hvalba, fáa kanska nakrar nýggjar avbjóðingar og eitt nýtt sjónarhorn, at síggja seg sjálvan úr og fáa eyga á hvat gevur meining fyri tey.

Tá ið menniskju sleppa at arbeiða við viðurskiftum, sum geva teimum meining, økist ikki bara framleiðslan, men eisini góðskan, og harvið fáa øll meira burturúr. Tí hevur eisini tað týdning fyri samfelagið at styrkja um fjølbroytnið heldur enn at einshátta.

So aftur til spurningin - hvat er tað góða lívið? Snýr tað seg um fíggjarligt rásarúm ella um okkurt heilt annað? Eg vil við øllum hesum so pástanda, at tað góða lívið snýr seg ikki um fíggjarligt rásarúm, men heldur um at duga at stýra á lívsins ofta buldruta havi. Duga at stýra, tá tað leikar á, og duga at stýra, tá tað gongur væl. Tað snýr seg um at hava møguleikar at læra um og arbeiða við tí, sum gevur einstaklinginum meining í tilveruni. Ella sum Sir Ken Robinson sigur í bókini ”Finding your element” – tað snýr seg um at finna útav, hvat tú dugir best.

in Greinar
Created: 21 October 2017