Her kann tú rokna grundlønina út, og tá fáa ábending um tú ert lønt rætt, hvussu tað ávirkar at fara upp, ella niður í tíð.
Eisini roknar tað ársinntøkuna – sum síðani kann nýtast saman við skattaroknaranum hjá TAKS (HER!)
Grundlønarútrokningar eru vegleiðandi og gjørdar út frá lønartalvunum galdandi 1. apríl 2025 til 31. mars 2026.
Grundlønarroknarin tekur ikki hædd fyri broyttum skalagongdum, ið kunnu gera at námsfrøðingar eru á lægri lønarstiga enn roknarin vísir.
Eisini eru áleið 3 mánaðir trektir frá starvsaldrinum hjá fleiri, eftir verkføllini í 2012, 2017/18 og í 2021.
Ólønt farloyvi (t.d. longd barsilsfráveru) og fráveru av námsfrøðiliga virkisøkinum er heldur ikki tikið hædd fyri.
Roknarin roknar ikki leiðaralønir. Trýst her! fyri dagstovnaleiðarar.
Fyrivarni verður tikið fyri villum.
