Category: Samfelag

  • Rættarsamfelagið og fólkaræðið í vanda

    Tað broytist ikki yvir eina nátt – ei heldur tvær. Men so líðandi flyta vit okkum skeivan veg, smá, smá fet. Vit leggja ikki merki til, at ein útsøgn, sum einaferð hevði skurrað í oyrunum, brádliga verður førd fram sum vanligt vit og skil. “Pendulið” sveiggjar, verður ofta sagt, eisini tað politiska.

    Nógv verður gjørt burturúr, at samfelagið ella ávísir samfelagsbólkar eru vorðnir ov erkvisnir, ov følnir, ella eru farnir at taka mótstøðu ov nær. Skemtisøgur og myndir (memes), sum gera gjøldur burturúr sokallaðum politiskt rættum útsøgnum ella handlingum, máa eitt sindur undan nøkrum av teimum framstigum, ið eru gjørd í nógv ár.

    Tann so kallaða politiska “korrektheitin” er ikki raketvísindi – hon snýr seg um at føra virðiligt samskifti og vísa virðiliga atferð móti øllum, eisini teimum, sum ein er ósamdur við. Samstundis snýr hon seg um at viðurkenna og vísa virðing fyri, at øll hava rætt at vera her – eisini tey, ein er ósamdur við, ella sum eru øðrvísi enn ein sjálvur.

    Tað er tí sera ørkymlandi, at tey, sum bjóða seg fram at umboða okkum, ikki tykjast duga at vera hóvlig – ella kanska tvørturímóti síggja tað sum heiðurstekin og styrki at vera óhøvisk og grov í orði og talu. Serliga móti samfelagsbólkum, ið hava veika ella næstan onga rødd her um leiðir.

    Spakuliga ómenniskjasliggera fleiri av útsøgnunum okkara næstu – tey, sum hava aðra trúgv, tey sum hava aðra kynsliga sannføring, ella onnur virði enn ein sjálvur.

    Onkur skrivar: “Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!” Eg vænti nú ikki, at nakar hevur bjóðað Hamas – her er í grundini sett líkheitstekin millum ein átrúna, eins og kristindómin, og ein yvirgangsfelagsskap. Og eg eri greiður yvir, at fólk taka sær nær, tá tey fáa at vita, at teirra trúgv er ein trúgv eins og aðrar trúgvir runt um heimin. Eg havi eisini skilt, at fleiri halda, at akkurát teirra trúgv er undantakið og ikki kann setast í sama bás sum hinar.

    Men aftur til yvirskriftina, sum er ein bólking av einari heilari átrúna saman við einum yvirgangsfelagsskapi. Hetta er heldur ikki eindømi; onnur hava róð upp undir líknandi boðskapir – sum ofta eru grunnir og tosa til innara djórið í okkum.

    Ein av orsøkunum til eitt rættarsamfelag er júst at hjálpa okkum at stýra okkum sjálvum og okkara innara djóri – og ikki lata egin tørvir og smølu fatanirnar stýra okkara atferð. Skil skal vera í. Men tað merkir ikki, at eingin vandi er á ferð. Vit síggja fleiri fólkaræðislig stýri flyta seg longur inn á leiðina, har populistiskar fatanir skulu broyta reglurnar, so innara djórið sleppur at hevna seg á onnur – heldur enn at vit taka eitt fet aftur og royna at síggja veruligu avbjóðingarnar.

    Slíkar sum, at veðurlagsbroytingarnar eru við at seta trýst á gomlar búsetingar – sum aftur elvir til skerd lívsgrundarløg og fólkaflytingar. Fólkaflytingarnar hava við sær, at okkara skipanir í vesturheiminum verða settar undir trýst. Fólk aðrastaðni frá leita sær norðureftir.

    Vælferðarskipanir okkara eru ein partur av hesum trýsti. Samstundis hava vit altjóða og heimligar fyritøkur, ið blanda seg upp í politikk í ymiskum londum. Hesar hava eisini fingið lættar skattabyrðar seinastu nógvu árini – hóast metstór yvirskot og íløgur.

    Eg kundi verið so frekur at sagt, at tú og eg fáa verri vælferð og gjalda meira í persónsskatti fyri, at hesar fyritøkur skulu sleppa lættari. Samstundis eru tær við at máa støðið undan smáhandilsvinnu og nærsamfeløgum.

    Men vit kunnu framhaldandi velja at tala niður á “onnur”: samfelagsbólkar, trúarbólkar og fólk, sum leita sær betri tilverugrundarlag enn tað, tey hava heima. Vit kunnu billa okkum inn, at onnur hava skyldina og eru ein hóttan móti okkum. Kanska eru tey tað – kanska tí vit eru ein hóttan móti teimum, tá vit loyva okkara leiðarum og “okkara” fyritøkum at eyðræna teirra heim og umhvørvi. Og meðan tað gongur fyri seg, venda vit blinda eyga til. Og meðan vit rópa um geilar og siga, at vinnan má vinna, tí so vinna vit, fyrigykla vit lygnina fyri okkum sjálvum, í eini vón um at tað skal dryppa niður á okkum? Ella hví?

    Børn okkara hava ikki ráð at búseta seg, uttan at vit stilla tuflurnar. Tað ger kanska einki, tí umhvørvið gerst kanska óliviligt, nú vit halda áfram at dálka og lata ríkidømi fossa niður í lummarnar hjá teimum fáu.

    Ja, nógv er galið í samfelagnum í dag, og nógv kundi verið betri. Loysnirnar hóva tó ikki kapitalistunum, ið trúgva, at vit skulu vaksa okkum úr øllum avbjóðingum. Loysnin er helst tann øvuta: Vit skulu skatta ovurhonds ríkidømi og vinning, avmarka støddina á fyritøkum og arbeiða minni. Tað hevði lætt um hjá vanligum fólki og minkað um dálkingina. Vit skulu minka okkum burturúr trupulleikunum. Vit kunnu spyrja okkum sjálvi nær hevur ein einstaklingur forvunnið nokk og eru inntøkur á 10, 100 ella 1000 milliónir um árið yvirhøvur rættvísar – kann virði á arbeiðinum hjá einum persóni veruliga vera so stórt? Ella kann tað hugsast at onkur ikki fær røttu lønina?

    Um vit minka um tørvin hjá fólki at flyta orsakað av veðurlagsbroytingum, kríggi og øðrum, og um vit sum heimssamfelag arbeiða fram móti at tryggja øllum betri vælferð, so skal nokk ganga. Men sum so ofta – vit kunnu ikki broyta onnur, vit kunnu bert broyta okkum sjálvi. Tað krevur dirvi. Tað krevur, at vit tora at seta kapitalinum krøv. Tað krevur sjálvrannsakan, tað krevur at vit velja aðra leið.

    Nú hava vit í skjótt 500 ár, frá byrjanin til kapitalismuna til nú, roynt hesa leiðina. Hóast stór framstig í vælferð og ríkidømi so gongur einki serligt. Nú mugu vit leggja kósina um, hóast tað er torført.

    Nøkur stig kundu verið:

    Skattið alla inntøku, persónsinntøku og yvirskot í fyritøkum omanfyri 10 milliónir árliga við 100%.

    Setið ein ognarskatt á fyritøkur, ið eiga í meira enn egin rakstrargøgn, ella typpið hol í skattalógini. Ella set mark fyri umsetningin í einari fyritøku, á ein hátt sum gevur rúm til fleiri fyritøkur í nærumhvørvinum og avmarkar monopolstøður.

    Eigarar av fyritøkum, ið vinna pening her, skulu búgva her.

    Styttið arbeiðsvikuna niður á 32 tímar (4 daga arbeiðsviku)