Category: Ymiskt

  • Um jogvan.info

    Um jogvan.info

    Her finnur tú upplýsingar og tilfar, ið kunnu vera hent fyri starvsfólk á námsfrøðiliga virkisøkinum.

    Eg havi savnað ymiskar leinkir til lógarverk og viðkomandi keldur — bæði á dagstovnaøkinum og á almannaøkinum — sum kunnu gagna starvsfólkum, lesandi, leiðslum og øðrum áhugaðum.

    Eisini havi eg gjørt ein lønarroknari, sum kann vera vegleiðandi til starvsøkjandi og onnur, so tey vita hvørja løn tey kunnu vænta sær. Somuleiðis er ein lønarroknari til leiðarar á dagstovnaøkinum, sum bæði kann roknað hvussu nógv stig dagstovnurin er, tað vil siga um hann verður bólkaður sum lítil, miðal ella stórur dagstovnur. Hetta ávirkar lønargongdina hjá einum leiðara.

    Um tit síggja, at okkurt manglar, ella hava uppskot um, hvat kundi verið lagt afturat, eru tit hjartaliga vælkomin at siga mær frá. So kann tað henda, at heimasíðan verður víðkað og ment víðari.

    Tað er vert at nevna, at heimasíðan fyrst og fremst er eitt spælipláss hjá mær sjálvum — men vónandi eisini ein hjálp hjá øðrum.