Áhugabólkurin fyri Dagstovnanámsfrøði í Føroyum 15.05.2024

Skrivað: Jógvan Philbrow

Á einum av bestu várkvøldunum í árinum, mikukvøldið hin 15. mai 2024, settu umleið 50-60 dagstovnaáhugað stevnu til Leirvíkar at vitja Dagstovnin Brúsa, har starvsfólkini høvdu fyrireikað eina framløgu um dagstovnanámsfrøðina á stovninum. Við heitinum “Millum tað skipaða og óskipaða”.

Kvøldið var skipað á tann hátt, at fyrst bjóðaði forkvinnan í áhugabólkinum fyri dagstovnanámsfrøði, Elin N. W. Tausen, vælkomin til tiltakið og takkaði fyri, at Dagstovnurin Brúsi legði sína vitan til. Síðani varð sanguriin “Eg elski hitt gamla og brimbarda dunið” sungin.

Skráin fyri kvøldið var fylgjandi:
Yvirskipað um stovnin: Poula Eidesgaard, leiðari

Framløgu um barnagarðsvirksemi

Prát, steðgur og kaffi

Framløgu um vøggustovulív

Prát og liðugt

Millum tað skipaða og óskipaða

Poula Eidesgaard, ið hevur verið leiðari seinastu 5 árini greiddi frá, hvussu stovnurin er skipaður og segði, at “Her er gott at vera”. Hon takkaði starvsfólkunum, ið høvdu játtað at leggja fram um gerandisdagin í Brúsa.

Í løtuni eru 97 børn á stovninum, deild millum tríggjar vøggustovur og tríggjar barnagarðsstovur. Umleið 30 starvsfólk eru býtt umleið 50/50 millum hjálparfólk og námsfrøðingar. Eisini eru nøkur starvsfólk, ið hava arbeitt í fleiri ár og nøkur, sum ikki hava arbeitt heilt so leingi. Aldursbýtið á starvsfólkunum er rímiliga væl býtt.

Síðani kom Poula inn á karmarnar, har hon vísti á, at umstøðurnar hjá stovninum eru heilt góðar. Bygningurin er rúmligur, garðurin er eisini stórur og hýsir nógvum ymiskum avbjóðingum til børnini.

Hvat arbeiða vit eftir? Dagstovnalógin og námsætlanin eru grundarlagið undir arbeiðinum, og hava vit skipað tað í ávís menningarøki, summi kalla tað grundarsteinar. Hetta verður so lagt í eina ársætlan. Ársætlanin skipar tað fakliga innihaldið í tí partinum av arbeiðinum, sum arbeiðið verður ment eftir. Hetta verður gjørt á ráðleggingardøgum, starvsfólkafundum og stovufundum. Eisini eru felags tiltøk í mun til foreldrasamstarv, s.s. foreldrafundir og garðdagar.

Her er fast skipað við mánadagsfundum, har tað, sum liggur á skránni komandi vikuna, er lagt fram fyri einum umboði fyri hvørja stovu. Og starvsfólkafundir umleið einaferð  um mánaðin. Teir eru fastlagdir – fundirnir kunnu kanska verða fluttir, um tað rakti eina steypafinalu hjá Víkingi, men bara kanska, segði Poula við einum brosið.

Starvsfólkini fylgja námsætlanini, men er virksemið kanska meira “innara stýrt”, tað vil siga, upplivingarnar hjá børnunum eru fremst í huganum, og skal hetta helst passa inn í námsætlanina, heldur enn, at tað er námsætlanin, ið stýrir gerandisdegnum. Poula helt fram við at siga, at “námsætlanin er teori og teori er beskrivilsi av praksis”.

Poula viðmerkti eisini, at starvsfólkini mangla tíð til fyrireiking.

Dagstovnurin Brúsi er staðsettur mitt í einum listaverki. Og útsýnið vísti seg eisini frá síni bestu síðu hetta várkvøldið, har mjørkaflókar ferðaðust millum Leirvík og Kalsoynna.

Garðurin er ein perla, næstan ov stórur, so tað kann vera torført at hava yvirblikk yvir allan garðin. Hetta umhvørvið ger, at børnini altíð fáa náttúruupplivingar. Vit royna at vera úti í náttúruni sum mest. Eitt, sum læknafrøðin eisini hevur víst á, er við at menniskju eru minst ein hálvan tíma úti um dagin er við til at skapa ró í sinnið og kroppin.

Poula endaði við at siga, at “Okkara uppgáva er at finna eina javnvág, at gera tey búgvin til tað lívið, tey skulu til, tá tey eru liðug her í barnagarðinum. Tá ið okkara uppgáva er liðug, eiga tey at vera før fyri at taka ímóti teimum avbjóðingum, sum har eru”. Síðani gav hon orðið víðari.

Elenora Petersen, námsfrøðingur, byrjaði við at vísa á, at námsfrøðiliga virksemið er eyðkent av at flyta seg í, úr ella millum tað skipaða og óskipaða virksemið. Gerandisdagurin hevur eina skrá, ið kann tykjast føst, tá klokka verður sett á.

Og tað er helst ein sannroynd, at hóast fleiri námsfrøðingar ynskja børnunum eitt frælst lív, er tað gerandisdagurin, ið setur sínar avmarkingar. Elenora vísti fylgjandi mynd fram:

“Eisini í flestu barnagørðum er dagurin skipaður:

Kl. 07:15-09:00 Morgunmatur – um barnið ikki hevur etið heima
Kl. 09:00-10:00 Samling – syngja, lesa, siga søgur og taka viðkomandi evnir upp
Kl. 10:00-11:30 Ymiskt virksemi
Kl. 11:30-12:30 Matpakkin
Kl. 12:30-14:00 Frítt spæl inni ella úti
Kl. 14:00-14:30 Millummála
Kl. 14:30-17:00 Ymiskt virksemi
Kl. 17:00 Lata aftur.

Alt er klokkustýrt”

Ein slík tíðarstýring er ikki av ongum. Ein partur snýr seg um, at ein dagstovnur eisini er eitt arbeiðspláss, har arbeiðsætlanir og virksemi annars skulu “passa inn”. Og hóast starvsfólkini eru tilvitað um, at klokkan ikki skal taka stýringina, fanga tey seg sjálvi í at siga “Kom nú” tá tey eru farin túr, hóast børnini kanska akkurát eru í gongd við at “menna” motorisku og sansaligu førleikarnar, sum var sjálvt endamálið við túrinum. Vit hava ikki altíð stundir ella umstøður at lata børnini kanna ella granska gjøgnum dagin.


Elenora vísir eisini á, at tað eru ikki bara vit, tí hetta er eisini nakað sum sæst, tá børnini vera leverað ella heintað á stovninum, har foreldur eisini siga “Kom, skunda tær, tí vit skulu…”


Samstundis hava vit fleiri og fleiri børn, sum ikki kunnu verða í frið ella hugsavna seg, ella passa í ein skipaðan dag, og nøkur børn hava brúk fyri ein til ein.

Tí mugu vit hava fundir við Sernám, skriva eygleiðingar, søkja um tímar, vit hava TÍTT og TRAS at fylla út og innkoyring at árið. So her er rættiliga nógv, sum vit skulu fyrihalda okkum til og náa.

Hetta er alt tíð, sum verður tikin frá børnunum. Hetta ørkymlar okkum, tí tíðin strekkir ikki altíð til. Og tá vit ikki náa alt hetta, so eru vit noydd at slaka onkustaðni. Kanska ríkur samlingin fyrst, síðani tað skipaða virksemið og dagligdagurin endar kanska við nógvum “fríðum spæli” ella “óskipaðum virksemi.””

Elenora vísti á skiftið millum tað skipaða og óskipaða. Lætt er kanska at vísa á tey skipaðu regluspølini, tá starvsfólkini skipa fyri kurvabólti, borðspølum ella líknandi. Annað skipað virksemi er meira sjálvboðið – starvsfólkini seta seg at gera okkurt virksemi, fyrireika planting, seta seg á sofuna at lesa ella líknandi, og børnini koma at luttaka, so hvørt sum tey hava hug. Her skifta børnini millum tað óskipaða spælið í ymiskum bólkum, og tað skipaða virksemið, sum starvsfólkini ynskja at luttaka í.



Anna Kristensen greiddi frá fyrimunum og vansum við skipaðum ella óskipaðum spæli, Hon vísti á, at frítt spæl er bæði týdningarmikið og neyðugt fyri barnsins menning av sosialum, kensluligum og kognitivum førleikum. Styrkir hugflog og skapanarevni, at koma í flow, innarastýring og fordjúpan. Umframt mangt annað. Vansarnir kundu tó vera, at spælið gjørdist einsháttað og var vandi fyri, at summi børn blivu hildin uttanfyri.

Við tí stýrda spælinum kunnu tey vaksnu leggja lag á og vísa á møguleikar, sum kunnu kveikja og stimbra. Eins og til ber í størri mun at eggja til, at øll eru við. Vansarnir eru tó, at tað kann avmarka skapanarhugin og hugflogið. Børnini missa ofta hugin at vera við.

Heidi Vang greiddi frá arbeiðinum við teimum elstu barnagarðsbørnunum, spírarnir. Hetta eru tey 4-5 ára gomlu, ið ganga síðsta árið í barnagarðinum, áðrenn tey fara í forskúlan. Spírin er ein einstakur skipaður dagur um vikuna, hvørs høvðusendamál er at samansjóða børnini uppá tvørs av barnagarðsstovunum, og at geva teimum upplivingar. Hetta gevur teimum fleiri møguleikar at finna vinir, og vísir tað seg, at børnini við tíðini spæla meira saman, eisini tá tey ikki eru savnaði sum spírabólkur.

Virksemið er millum annað at gera longri túrar og vitja ymisk arbeiðspláss.

Hon endaði við einari viðmerking um, at til bar eisini til at diskutera, hvørt tað var skilagott at hava ein slíkan bólk.

Steðgur var eftir, at umboðini fyri barnagarðsstovurnar høvdu lagt fram og gestirnir fingu høvi at spyrja spurningar, viðmerkja og hyggja runt á stovninum og úti í garðinum.

Nærverandi vøggustovulív.

Julianna Næs legði fram undir yvirskriftini vøggustovulív, og brúkti myndir at stuðla undir tað, sum hon legði fram. Høvuðsdenturin í gerandisnámsfrøðini er lagdur á nærverandi námsfrøði, og tað krevur nógv av starvsfólkunum. Avgerandi er at vera til staðar og leggja merki til einstaka barnið. Børnini hava eina bók við familjuni, gummur, gubbar og húsdjór sleppa eisini upp í part.

Fleiri av myndunum vístu gummistilvar og helt Julianna, at mann saktans kundi havt eitt gummistilva tema. Spælið hjá barninum var í fokus á vøggustovuni. Byrjandi samspælið og byrjandi vinaløg, ið kundu vera vinaløg fyri lívið. Men, neyðugt er við nærverandi námsfrøði, tí hóast góð vinaløg, so komu fleiri konfliktir, og tá var neyðugt, at tey vaksnu vóru til staðar og kundu stuðla undir, at børnini komu væl úr konfliktunum.

Vøggustovurnar gera eisini stuttar túrar í nærumhvørvinum. Her vera oftani somu støð vitjað og gevur tað ein tryggleika og samstundis læra børnini um sítt nærumhvørvi.

Vatndagurin hjá Brúsa

Ein skipaður dagur, ið er ætlaður at menna trivnaðin hjá vaksnum og børnum. Og til tess, at dagurin kann vera eitt sindur øðrvísi fyri øll, og vit kunnu stuttleika okkum saman.

Hesin dagurin varð hildin í august í fjør, og skipaðu stovurnar hvør sær eitt tiltak. Slíkt, sum at vaska súkklur, blása sápubløðrur, fiskabrunn og líknandi.

Eisini var ein stórur dinosaurur og ein einhyrningur sum blástu vatn. Tónleikur og sangir í hóska seg til vatn og høvið annars.

Brandbilurin við brandmonnunum kom eisini á vitjan og gjørdi eitt stuttligt skúmbað.



Elsa Leo greiddi frá um “Spurvarnar” Hetta er elsti bólkur í vøggustovunum (2021 árgangurin, ið telur 24 børn) Elsa Leo greiddi frá frá, hvussu arbeitt var við teimum. Eins og við spírunum er eitt skipað tiltak um vikuna fyri spurvarnar. Hetta er ofta ein túrur í nærumhvørvinum, vitja spæliplássini, fimleikarhøllina, baka osfr.. Ymiskt virksemi, ið hóskar til júst hendan aldursbólkin. Aldursbýtið gevur møguleikar fyri at arbeiða meira málrættað og mennandi við læru-umhvørvið hjá júst hesum bólkinum. Aldursbýtið gevur eisini teimum minnu børnunum, ið eru eftir á stovunum, meira ró og rúm. Samstundis fáa hesi størru vøggustovubørnini møguleikan at hitta sínar javnaldrar undir meira skipaðum umstøðum. Tey hittast dagliga í garðinum, men tá er tað ikki felagsupplivingin, ið bindur tey saman.

Spurt varð um normeringar. Brúsi brúkar gomlu normeringsútrokningina, ið er 10 tímar fyri vøggustovubørn og 6 tímar fyri barnagarðsbørn. Einki køksfólk, men tey hava innkoyringartímar, ið eru 20 tímar. Hetta er komið í lag sum úrslit av, at innkoyringin av børnum er alt árið, í mun til fyrr, tá innkoyring var kanska tvær ferðir um árið, summar og vetur. Kvøldið endaði við, at sangurin “Eg smáttu veit” varð sungin.

Eitt hugnaligt kvøld kom at enda, og fingu øll okkurt at hugsað um, nú gerandisdagurin aftur skuldi takast upp morgunin eftir.

Millum tað skipaða og óskipaða hevur nógvar “nuansur”, og innan tað óskipaða eru skipað viðurskifti, ið hóast alt stýra. Vit kunnu seta okkum spurningin, í hvønn mun er frítt spæl frítt, og hvussu skipað er neyðugt, at okkara “skipaða” umhvørvi er.

Flest øll eru helst samd um, at flest børn liva í einum skipaðum gerandisdegi, einum gerandisdegi, ið er meira skipaður enn hjá undanfarnu ættarliðunum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *

Back To Top