At megna

Eitt námsfrøðiligt hugtak snýr seg um at arbeiða við at geva børnum, ungum ella vaksnum í hava brúk fyri námsfrøðiligari hjálp, kensluna av at tey megna ymiskt í lívinum.

Um vit taka støði í gerandisdegnum hjá smábarninum, so snýr tað seg um at skapa eitt umhvørvi har barni fær røttu avbjóðingarnar. Avbjóðingar, ið kunnu vera við at geva barninum eina kenslu av at tað megnar sítt lív, talan kann vera um so einføld viðurskifti sum at eta egnan matpakka, ganga nøkur fet ella at samskifta við børn ella vaksin. So hvørt sum barnið mennist skal fylgjast við í um avbjóðingarnar kunnu økjast soleiðis at vit, tá vit skulu, “skumpa” barnið eitt sindur longur fram á leið. Gekk tað fimm fet í gjár, kanska tað klárar seks í dag. Samstundis mugu vit hava eyga við at vit ikki krevja ov nógv og barnið fær afturstig.

At megna snýr seg um, at brynja barnið til kropsligar, kognitivar og kensluligar avbjóðingarnar, ið eru í lívinum. Um vit ikki arbeiða við, at styrkja hesa kensluna, gerst gróðrarbotnurin fyri mótloysi og veikari sjálvkenslu og sjálvvirðið.

Back To Top