Nú fóru tey øll aftur í gongd, politikarar, búskaparfrøðingar og onnur. Alt skal snúgva seg um búskaparvøkstur, størri eindir, effektivisering og hækkandi eftirlønaraldur. Annars ber einki til. Alt við einum boðskapi um at hesi viðurskiftini vera bjargingin hjá okkum øllum. Bert á henda hátt hava vit “ráð” at vera til eisini í framtíðini. Vinnan má vinna.
Hetta hevur verði “slagorðini” hjá kapitalinum í fleiri ár eftir hondini. Hóast spádómurin hjá búskaparfrøðinginum John Maynard Keynes fyri góðum 100 árum síðani var, at um tøkniliga menningin helt fram við somu ferð var óneyðugt hjá okkum, nú hundrað ár seinni, at arbeiða meira enn eina 15 tíma viku.
Av einari ella aðrari orsøk, hóast vit hava uppliva stóran búskaparvøkstur, hóast met vinning hjá stóru altjóða fyritøkum og eisini føroyskum, hava vit framvegis millum longstu arbeiðsvikuna og hægsta pensjónsaldurin í mun til londini vit vilja samanberast við.
Eisini sleppa politikarar og onnur framhaldandi at føra fram, at “størri” eindir er vegurin til eitt betri samfelag. Heldur skuldi kjakið viðgjørt á hvønn hátt vit kunnu tryggja fólkaræði (demokrati) á bygd og í býi.
Stórt merkir ikki altíð at fólksins rødd, vilji ella áhugamál vera tikin í álvara.
Kanska gongdin eigur at vera fleiri “sjálvsognarstovnar” har eldrasambýli og dagstovnar í størri mun sleppa at avgerða sjálvi, hvussu teir skulu rekast, heldur enn at land og kommunur skulu brúka tíð og orku uppá at royna at stýra í smálutir.
Búskaparmenningin gongur eisini út yvir umhvørvi. Meira krevur meira og skulu fiskastovnar, hagar og firðirnir troyttast meira og meira. Ovurstóri vinningurin hjá vinnuni hevur eisini verði við at økt um bústaðarneyð, tí vinningurin verður lagdur í fasta ognir, bygningar og hús, sama gongdin sum í flestu londum. Og sum takkarløn hitnar Heimurin omaná tað heila, væl hjálpt av menniskjum ella rættari vinnuni.
Ikki nokk við tí, arbeiðsviðurskifti, lønarlag og annað eru viðurskifti, ið troytta menniskju og eru ábendingar um at tað eisini gongur út yvir sálarheilsuna hjá okkum.
Kanska er loysnin at halda uppat við at leggja brenni á samfelagsbálið og satsa alt uppá búskaparvøkstur. Kanska er loysnin beint tann øvuta.
Hugsið tykkum um vit settu ferðina niður, minkaðu um arbeiðsvikuna soleiðis at familjur høvdu tíð at vera familjur, taka sær meira av børnunum og teimum gomlu.
Kanska vit á tann hátt kundu spart nakrar samfelagskrónur, fyrst og fremst tí tørvurin á tí “almenna” hevði minka, tí vit brádliga kundu hava betri stundir til hvønn annan. Kanska færri tá høvdu verið ovbyrjað og havt sálartrupulleikar av gerandisdegnum. Ein byrjan er at stytta um arbeiðsvikuna eins og samgonguskjalið legði upp til og kanska eisini vera eitt sindur meira víðskygd, tá pensjónsaldurin verður viðgjørdur. Kanska vit skulu arbeiða minni og vinnan skal vinna minni.