Samskifti, umhvørvi og menniskjan í miðdeplinum
Námsfrøði er fakið, sum roynir at svara einum av teimum grundleggjandi spurningunum, vit sum samfelag støðugt seta okkum: Hvussu skapa vit tær bestu umstøðurnar fyri, at menniskju kunnu trívast, læra og mennast? Tað er eitt fak, sum bæði er ástøðiligt og praktiskt, og sum í síni egnu kjarnu viðurkennir, at menniskju eru bæði ómetaliga lík – og ómetaliga ymisk. Tað merkir, at námsfrøði ongantíð kann verða ein einføld loysn, ein frymil ella ein fast lagdur arbeiðsháttur. Námsfrøði er heldur ein tilgongd, eitt yvirlit, ið krevur tilvit, atlit og støðuga eftirmeting.
Tað, sum ger námsfrøðina livandi og samstundis krevjandi, er júst hetta: at arbeiðið altíð má taka støði í tí einstaka menniskjanum. Tað er stórur munur á at leggja gerandisdagin til rættis fyri eitt eitt ára gamalt barn og fyri ein 18 ára gamlan. Munur er eisini á at arbeiða við menniskjum, sum hava stórar persónligar avbjóðingar, og teimum, sum hava færri. Tørvurin er aldri tann sami, og tí ber heldur ikki til at viðgera øll eins. Námsfrøði byggir á eina grundleggjandi virðing fyri tí einstaka – og eina fatan av, at lívið hjá hvørjum einstøkum hevur sín egna takt, sínar egnu forðingar og sínar møguleikar.
Hetta merkir, at námsfrøði ongantíð kann leggjast niður í eitt ávíst ástøði uttan menniskju. Hon má útinnast av menniskjum, sum sjálvi bera við sær bæði tað góða og tað minni góða, bæði styrkir og veikleikar. Hetta er samstundis ein styrki og ein avbjóðing. Tí tá vit arbeiða í námsfrøðiliga umhvørvinum, eru vit altíð partur av tí samskifti, vit royna at skapa. Vit eru ikki bara eygleiðarar – vit eru sjálvt amboðið.
Námsfrøði er tað, sum hendir millum menniskju. Í hesum “millum” liggur alt frá tí sjáldsama, tað skakandi og ørkymlandi til tað vanliga, frá kropsligum forðingum, psykiskum avbjóðingum, frá tí ætlaða til tað óætlaða. Tað er í hesum ógreiða rúmi, at misskiljingar kunnu standast, og tí er tað so avgerandi, at námsfrøðingurin er tilvitaður um sín egna leiklut. At vera greiður yvir, hvat ein sigur – og hvat ein sigur við at vera, við at standa, við at hyggja, við at tiga – er grundleggjandi fyri at byggja greið og trygg samskiftishøvi hjá øðrum. Samskifti er annað enn orð, tað er eisini eitt eygnabrá.
Tað er ikki nóg mikiå at tora at møta øðrum; vit mugu eisini tora at møta okkum sjálvum. Tí um ein námsfrøðingur ikki er tilvitaður um sínar egnu avbjóðingar, viðurskifti og vanar, so er vandi fyri, at tey ótilvitað stýra møtinum við onnur. Tilvitið er tí eitt av teimum mest grundleggjandi førleikunum í námsfrøðini – ikki eitt “eyka”, men ein fortreyt.
Tí kann sigast, at tann, sum arbeiðir í námsfrøðiliga faknum, ikki bara hevur eina fakliga uppgávu. Hann er eisini – og kann vera – ein lykil í lívinum hjá øðrum. Eitt gott møti, eitt virðingarfult orð, ein opinleiki fyri tí ólíkna kann geva einum einstaklingi møguleikan at eydnast, har hann annars hevði kent seg ótryggan ella óviss. Tó er hetta eisini ein ábyrgd, sum er tung og krevur støðuga sjálvsrefleksjón, sjálvransakan.
Námsfrøði er tí eitt fak, sum bæði er broytiligt og støðugt. Tað má megna at taka støði í einum samfelag, har tøknin broytist, har krøvini til starvsfólk broytast, og har børn og ung vaksa upp í heilt øðrum umhvørvum enn bara fyri fáum árum síðan. Alt er í broyting. Men hóast alt hetta er kjarnan tann sama: Møtið millum námsfrøðing, ella menniskja og menniskja er har, sum alt byrjar. Tað er har, vit leggja lunnar undir ein innihaldsríkan dag, eina tryggari sjálvsfatan og ein lívsleið, sum kann gerast bæði ríkari og rúmligari.
Námsfrøði er tí ikki bara eitt fak á pappírinum. Námsfrøðin er ein lívsstøða, eitt áhaldandi arbeiði við at skilja, møta og røkja tað menniskjaliga. Og tí kann sigast: Tá tú ert í námsfrøðiliga faknum, ert tú ikki bert eitt starvsfólk – tú ert eitt amboð, eitt samskiftisrúm og ein møguligur lykil fyri lívshugin, lívsmøguleikarnar og lívsgóðskuna hjá øðrum. Tað er ein stór ábyrgd. Og tað er ein stór æra.

Leave a Reply