Ein grundarsteinur undir námsfrøðini við børnum er tann sosiali felagsskapurin. Á hvønn hátt barnið er partur av einum sosialum felagsskapið hevur vanliga stóra ávirkan á menningina og trivnaðin hjá barninum.
Vit kunnu hugsa felagsskapin sum verandi millum børn ella barn og vaksin.
Sambandið millum barn og vaksið er tað sum hevur størstan týdning yngri barnið er. Meðan sambandið millum børn fær størri týdning so hvørt sum barnið eldist.
Tað er í sambandinum við tann vaksna, at barnið lærir hvussu sambond eiga at vera. Tað er við at vera vístur umsorgan, at barnið lærir, at geva umsorgan, ábyrgd verður lært við at vera vístur ábyrgd. Um barnið skal læra at virða onnur, má tað síggja ella uppliva at vaksin vísa øðrum og sær virðing. Soleiðis kundi man hildið áfram. Sambandið millum vaksin og barn er grundarlagið undir fatanina hjá barninum, tann vaksni er fyrimyndin.
Hvussu vit skulu gera tá kenslurnar taka í okkum, tá vit gerast óð, kedd, glað, skuffa, ørkymla, er alt treyta av hvørjar fyrimyndir vit hava ella hava havt.
Men, tey vaksnu eru heldur ikki einsamøll í verðini og sleppa ikki einsamøll at læra barnið atferð og hvussu tað skal samskifta við heimin.
Eitt er, at gerandislívið og tøknin gera at vaksin ikki altíð samskifta á tann hátt tey halda tey gera – skermar kunnu koma fyri og órógva samskifti. Og kann barnið missa møguleikar at læra gott samskifti og góða samveru. Í summum førum er tað enntá tað sum tey uppliva gjøgnum skermin, sum uppælir barnið.
So hvørt, sum barnið veksur og mennist, gerast javnaldrar og onnur børn eisini sína ávirkan á barnið. Tað lærir aðrar normar og reglur fyri samskiftið og samveru. Sambondini við onnur børn fáa størri og størri týdning. Hetta er ein náttúrlig gongd og er hetta samstundis ein máti, at venja seg við egnum hugsanum, sum vera mettar í mun til onnur. Hetta er leiðin til at gerast sjálbjargin. Tað er í samspælinum og samveruni við onnur, at barnið mennir sínar sosialar førleikar og gerst ein virkin partur av samfelagnum.
Um barnið hevur góða barlast frá teimum vaksnu gongur vanliga væl.
Týdningurin av sambandinum millum børnini gerst størri, so hvørt sum børnini mennast og búnast. Í barnagarðsverðini kenna flest foreldur, at børnum í fýra/fimm ára aldurin spurningin “kann hann/hon koma heim við okkum”. Ein spurningur sum kann vera settur hvønn dag. Ein spurningur, sum týðiliga vísir ein broyting í hugsanini hjá barninum um at vera saman við sínar javnlíkar.
Eins og í samskiftinum og samveruni við vaksin er nógvur lærdómur í samspælinum millum børn. Barnið lærir í størri mun, at tað eru ymiskir hættir, at gera og hugsa um tilveruna og kann brýna og menna sína egnu heimsmynd.
Tað er í sosiala samveruni við onnur at barnið mennist til ein einstakling við egnum tonkum, lystir og ætlanir.
Tað er í sosiala samspælinum og spælinum at tað mennir og venur førleikarnar, ið skulu brúkast alt lívið – og tað er her grundarlagið verður lagt.
Um barnið er vænt við at vera í jaligum samspælið við vaksin og børn, vil tað í stóran mun vera tann háttin tað brúkar at vera í samspælinum við onnur. Í grovum trekkum kann sigast at um fólk í rundanum barnið er fólkaligt, vil barnið vera fólkaligt.
Undantøk kunnu tó vera, og tá hevur tað týdning at royna at finna fram til hví so er. Tað er tá nærliggjandi, at hyggja fyrst eftir umhvørvinum barnið er í. Hvat leggur umhvørvið upp til, bæði tað fysiska og tað sálarliga.
Eisini er neyðugt at hyggja eftir barninum, er okkurt sum ávirkar móttøkuna av “signalum” frá sosiala umhvørvinum. Sjón, hoyrn og kanska meira torført at eygleiða, sansir, nervalag og viðføddar umstøður.
Óansæð gerst uppgávan, at hava ymisleikan hjá barninum í huga og leggja umhvørvið eftir tørvinum hjá barninum.

Leave a Reply