Nú val er útskrivað til 26 mars 2026, tykist longu greitt, at vit fara inn í eitt fátæksligt og grunt valstríð.
Tá tilflytarar og útlendingar í Føroyum skulu fylla fyrsta valfundin, er greitt, at vit sum samfelag ikki tora at taka veruligu trupulleikarnar upp til viðgerðar.
Størsta avbjóðingin er í stuttum, at vit ikki vilja – ella tora – at taka dystin upp móti kapitalinum og ovurríkidømi. Ongantíð áður hevur tað verið so sjónligt, at tað eru pengar og pengasterkar fyritøkur og einstaklingar, sum í veruleikanum avgera, hvussu vit sum samfeløg – ikki bara í Føroyum – innrætta okkum.
Vit síggja, at tøknigigantar í vaksandi mun blanda seg beinleiðis í politikk í okkara grannalondum. Hetta er ikki bert gjøgnum stórar peningaupphæddir til valstríð hjá ymiskum høgrapopulistiskum flokkum, sum hava til vana at skýra tilflytarar av øllum sløgum at vera sjálvan trupulleikan í samfelagnum.
Men – eg ivist í, at vit fara at taka henda dystin upp.
Sum við grøna orkuskiftinum verður nógv orka brúkt upp á at undirgrava tey fakta, vit hava at halda okkum til. Globala upphitingin er skapt av menniskjum.
Vit í Føroyum hava altíð havt lyndi til at goyma okkum aftanfyri onnur lond og siga: “Vit muna so lítið – um hini ikki broyta atferð, hví skulu vit?”
Hetta sást, tá Russland leyp á Ukraina. Hetta sæst, tá talan er um ovurfiskiskap. Og tað sæst so sanniliga, tá talan er um grøna orkuskiftið.
Restin av valskránum verður sannlíkt reinur signalpolitikkur. Øll fara at tosa um, at tey ungu, familjurnar og børnini skulu hava betri umstøður – uttan at nakar veruliga tekur fatt í kjarnuni av trupulleikunum.
Eg vænti at um vit tordu at skattað og seta kapitalinum treytir høvdu vit væl ráð at gjalda ein suðuroyartunnil og alt annað okkum tørvar.


Leave a Reply