Kunnu vit taka búskaparfrøðingarnar fyri fult?

Vit síggja nú, at ein fyrrverandi skrivari hjá Fólkaflokkinum er formaður í Búskaparráðnum, samstundis sum ein fyrrverandi formaður í Búskaparráðnum nú stillar upp fyri Fólkaflokkin. Hetta reisir spurningin, hvussu óheft og politiskt óbundið ráðgevingin hjá teimum í veruleikanum er og hevur verði.

Tað er eisini ein sannroynd, at búskaparfrøði, sum fak oftast heldur til høgru. Har trúgvin á, at marknaðarkreftirnar skulu loysa tað mesta – eisini trupulleikar, sum júst marknaðarkreftirnar hava skapt ella styrkt. So sum bústaðarkreppan, sum mannaskapta veðurlagskreppan, í teir tykjast hava ilt við at trúgva er til.

Vit eiga, at minnast, at um búskaparfrøðingar høvdu ráðgivið í 1950’unum, so høvdu vit helst als ikki fingið eitt ókeypis, alment heilsuverk. Tað hevði tá verið mett sum ov dýrt og kappingaravlagandi.

Ein avbjóðing í dag er, at vit hava bygt eitt samfelag, har alt sum gevur yvirskot skal vera privat, meðan alt sum krevur stórar almennar íløgur – t.d. heilsuverk, útbúgving og umsorgan – skal vera alment. Samstundis er ynski um, at tað privata skal kunna vinna pening við at selja tænastur til tað almenna.

Nú hesir búskaparfrøðingarnir í størri mun hava víst sína politisku lit, er tað kanska eisini tíðin at hugsa seg væl um, áðrenn vit bara taka undir við teirra ráðgeving – og við áhugamálunum hjá teimum, sum teir velja at umboða.

Comments

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *