Tað kann ikki passa? Ja, go´morin.

Vikuskiftis Dimmalæting, 11. februar 2022, hevur borðreitt við søgum um starvsfólkatrot – m.a. um starvsfólktrotið í Býlingshúsinum inni á Gøtu við yvirskriftini “Eitt starvsfólk til 114 tímar um vikuna”. Søgan er einføld: ov fá starvsfólk og/ella ov nógv børn.

Sum uppfylging av somu grein, vóru í netútgávuni frásagnir við samrøðum úr Runavík og Klaksvík, við líknandi søgum. Torført er at fáa skikkað starvsfólk.

Tað løgna er, at hetta nú er ein almenn søga. Pedagogfelagið hevur í áravís víst á, at avbjóðingin hjá leiðslunum gerst alsamt truplari, at manna størvini við skikkaðum starvsfólkum, og at alt ov nógvur starvsfólkagjøgnumtrekkur er á ymisku pedagogisku arbeiðsplássunum. Flestir politikarar, tey sum hava ábyrgd nú og skiftandi samgongur, tykjast ongan áhuga at hava fyri hesum, ella at finna nakrar loysnir.

Pedagogfelagið hevur í fleiri ár roynt at víst á gongdina og loysnir. Ov lítið fokus hevur verði á lønar- og arbeiðsviðurskiftini hjá starvsfólkunum innan hesi øki. Ikki bara kommunalt, men eisini innan Almannaverkið, sum longu hevur boðað frá, at tørvur er á millum 60 og 80 ársverkum komandi 9-10 árini.

Her er ikki neyðugt at spyrja, um tað passar, at tað er torført at fáa fólk til økini, tað er staðfest fleiri ferðir. Eftir er bert at fara undir at bøta uppá støðuna.

Landið kundi byrjað við at sett størri fíggjarliga orku av til at hækka lønarstøðið. Síðani sett størri orku inn at tryggja, at tey starvsfólkini sum longu eru á økinum fáa betri arbeiðsumstøður og møguleika at arbeiða fullan arbeiðsbrøk, tí flest øll arbeiða niðursetta tíð. Um fleiri arbeiða fullan brøk, minkar tørvurin at seta fleiri fólk í starv. Sostatt minkar trupulleikin, sum onkur framvegis bert vil umtala sum eina avbjóðing. At stytta arbeiðsvikuna, er ein uppløgd loysn.

Mentamálaráðið má taka sær um reiggj við at økja um talið av námsfrøðislesandi, og gera tað møguligt hjá fleiri at lesa til námshjálpara, umframt at gera tað møguligt hjá lesandi at hava lættari tilknýti til lærustovnin. Tað hjálpir ikki her og nú, men, vildi bøtt uppá framtíðarstøðuna.

Her og nú ber til hjá arbeiðsgevarunum at hækka lønirnar, soleiðis at fleiri tíma at arbeiða inni á hesum stovnum. Tí støðan í dag er púra greið: Antin mugu stovnar lata heilt aftur ella minka um tilboðini.

Einki at gera, er eisini ein møguleiki, men so verður tað bara ein spurningur um tíð til einki tilboð er til nakrar av okkara borgarum. Eitt er, at stovnar avmarkaðu virksemið vegna koronu, men at halda, at tað ber til at halda áfram á hendan hátt ber reint samfelagsliga og samfelagsbúskaparliga ikki til.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *

Back To Top