Spurningurin, um vit hava bestu útbúgvingarskipan, ella bert eina tilvildarliga skipan, ið broytist alt eftir hvørji hugskot ymisku persónarnar í skipanina fyri tíðina hava, eigur at vera tikin upp.

Fyri mær at síggja, er tað tilvildin í ræður og eingin yvirskipað kós er løgd. Hetta sæst í dømunum við eitt nú forskúlum, sum aftur og aftur verða settir á stovn. Tað er sjálvdan barnið sum er í fokus, tá forskúli verður stovnsettur, men fyri at loysa hølistrupulleikar ella lokal og stuttskygd áhugamál.

Í Tórshavn verða foreldur nærum kroyst til at koyra barnið í forskúla, ikki tí at tað er best fakliga, men tí foreldur eru bangin fyri, at barn teirra ikki sleppur í skúlan í nærumhvørvinum.

Eisini hava vit sæð kommunur skipa forskúlar orsaka av avbjóðingum við hølum á dagstovnaøkinum.

Um barnið skal í skúla, tá ið tað er 6 ella 7 ár, er ikki eitt “fakfelagsstríð”, sum nógv vilja gera tað til. Hetta er í stóran mun eitt úrslit av vantandi útbúgvingarpolitikki og vantandi vilja at seta eina heildarmeting av allari skipanini á skrá.

Fyri stuttum varpaði Lærarafelagið ljós á, at arbeiðsumstøðurnar hjá lærarum gerast trupulari og truplari. Hetta er tíverri ikki ein trupulleiki, sum bert sæst í fólkaskúlan. Teprar játtanir og væntandi kós er eisini ein avbjóðing á dagstovnaøkinum.

Reyði tráðurin, ið skuldi verið úr vøggustovu, barnagarði, fólkaskúla, miðnámi, Fróðskaparsetri ella øðrum hægri lesnaði, fyri síðani at vera virkin í arbeiðslívinum, er ikki hugsaður. Lappaloysnir ella løtuvinningur eyðmerkir í stóran mun politikkin. Hetta sóu vit týðuliga við PISA-kanningunum. Heldur enn at gera eina heildarætlan, var bert sett inn at loysa tann eina trupulleikan. Trupulleikin bleiv tískil bara skumpaður víðari.

Øll skipanin má endurskoðast og ein politikkur má ásetast. Vit mugu tora at seta krøv til kommunur og land, tá ið talan er um at geva okkara børnum bestu umstøður at mennast.

Vit hava nú í fleiri ár verið vitni til hugburðin, at jú størri stovnurin ella skúlin er, tess betri tilboð kann skipast. Tað er tó okkurt sum týður uppá, at hetta er ikki altíð ein røtt loysn. Tað eru fíggjarligir fyrimunir við stórraksturi, men kanningar benda á, at bólkastøddir hava týdning og smærri bólkar fáa vanliga meira burturúr. Tað persónliga sambandið millum eitt hjálparfólk, ein námsfrøðing, leiðara, lærara ella skúlastjóra og barn/foreldur kann gera alstóran mun í barnsins lívið. Hesin møguleiki hvørvur, um bólkurin gerst ov stórur.

Fyri fakfólkini hevur tað týdning at kunna seta seg inn í støðuna, og at útgangsstøðið er tað einstaka barnið. Hesin møguleiki hvørvur nú eindirnar gerast størri.

Tað er neyðugt, at vit sum samfelag seta okkum niður og endurskoða tær umstøður og menningarmøguleikar, vit bjóða okkara børnum. Tað kann ikki vera rætt, at køirnar at útgreina sertørv bara skulu vaksa, og at alsamt fleiri hava avbjóðingar við at megna gerandisdagin.

Vit mæla til, at orka verður sett av í samfelagnum, at fáa viðgjørt og skapt eitt gott samfelag fyri børnini. Mentamálaráðið eigur at ganga á odda.

Vit ynskja okkum øll heimsins besta land at búgva í, og tað eiga vit at kunna megna at skipa.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *

Back To Top