Vinnur vinnan, vinna vit øll

Orðaskvaldur av teimum heilt grovu.

Síggi at fleiri valevni sleingja um seg við útsøgnini: “Vinnur vinnan, vinna vit øll”. Ein útsøgn sum er grovt misvísandi um nakað. Í Fuglafirði hava vit liva við tí niðurlagnum í fleiri ár. Men hvat er Fuglafjarðar kommuna annað enn ein kommuna í stagnatión?

Ein kommuna við eitt tí hægsta kommunuskattaprosentini í landinum.

Og ein lukt sum leggur seg um allan býin. Tað er tá tað luktar ringast at eg má spyrja meg sjálvan – er tað nú vit øll vinna, ella er tað bara vinnan, sum vinnur?

Ja, kommunan hevur fleiri góðar tænastur til borgarar og onnur, Mentanarhús, bókasavn, svimjihyl, fótbóltsvøll, dagstovnar, eldratilboð og onnur frítíðartilboð – kanska fleiri tilboð, sum flest aðrar kommunur als ikki hava.

Men, tað er nokk als ikki har munurin ger seg galdandi – ikki tá man samanber við aðrar kommunur. Dagstovnarnir og eldrarøktin hava tað ikki so nógv betur enn grannakommunurnar. Íløgutørvurin er ikki so nógv øðrvísi frá einari kommunu til aðrari.

So kann onkur fortelja mær nú hvussu vit vinna?

Comments

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *