Haldføri krevur dirvi – ikki sparingar

Vit hoyra tað aftur og aftur: búskaparligt haldføri manglar. Landsbankin og Búskaparráðið eru samd, og tað er ikki av óvart. Vit hava valt ein politikk, har stórar fyritøkur sleppa undan at gjalda sína rættvísa part, meðan milliónir – ja kanska milliardir – fara av landinum.

Úrslitið? Vanligi borgarin skal gjalda rokningina, antin sum skatt ella verri vælferð.

Hetta er ikki haldføri – hetta er afturstig.

Vit síggja tað longu: eftirlønaraldurin hækkar, brúkaragjøld hækka, og aldurdómurin skal fíggjast við egnari eftirløn. Fyritøkur savnast á færri og færri hondum og lítli bygdakeypmaðurin er kroystur út.

 Samstundis verður sagt, at vit ikki hava ráð til útbyggingar, sum økja tryggleika og trivnað. Eitt nú undirsjóvartunnil til Suðuroynna.

Vit hava ikki ráð at stytta arbeiðsvikuna og varðveitta lønirnar, sum aftur hevði økt um trivnaðin, minkað um sjúkrafráveru og trýstið á vælferðartænasturnar. Samfelagið hevði vunnið, hóast fyritøkur fingu minni vinning.

Loysnir finnast

  • Skatt á stóran vinning ella umsetning – t.d. omanfyri 10–100 milliónir – hevði tryggjað, at meira kemur felagsskapinum til góðar.
  • Eyka tollur á stór rakstrargøgn, sum minkar arbeiðsorku og økir trýst á fiskastovnarnar, er eisini ein møguleiki.

Hetta hevði kanska skapt rúm fyri einum ella fleiri bygdahandlum, tað merkir fleiri arbeiðsplássum úti um landið.

At lata búskaparfrøðingar hava einkarætt uppá loysnir og halda fast í, at „eingin skal skattast“, merkir bara eitt: vit fáa ráð til minni og minni. Um vit vilja varðveita vælferðina, mugu vit tora at hugsa nýtt og seta átøk í verk. Haldføri krevur dirvi – ikki bara sparing.

Men, tvætl, eg eri ikki búskaparfrøðingur.

Comments

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *