– til frama fyri vælferð og haldføri
Tað verður tosað nógv um búskaparligt haldføri. Tað nýggja slagorðið, sum verður brúkt til at rættvísgera, at vit skulu arbeiða longri og fara seinni frá fyri aldur. Men hetta er ein skrúva uttan enda – og ein hugsan, sum í veruleikanum kann undirgrava vælferðina, heldur enn at tryggja hana.
Eg haldi, at vit eiga at hugsa øvugt. Vit eiga at stytta arbeiðsvikuna og arbeiða minni.
Ein stytt arbeiðsvika hevði ikki bara betrað um lívsgóðskuna hjá tí einstaka – hon hevði eisini havt jaligar avleiðingar fyri samfelagið sum heild. Trýstið á eldraøkið og dagstovnaøkið hevði minkað, tí familjur høvdu fingið meira tíð til hvønn annan. Hetta eru tvey av teimum størstu økjunum, sum krevja faklærda arbeiðsorku – og sum vit longu vita, verður trupult at manna í framtíðini.
Tá fólk arbeiða ov nógv og ov leingi, økist arbeiðsbyrðan og krøvini. Hetta førir til, at fleiri missa arbeiðsførleikar og mugu fáa almennar veitingar. Ein stytt arbeiðsvika hevði minka um strongd, sjúkrafráveru og einsemi – hjá børnum, ungum, familjum og eldri.
Hugsi tykkum eitt samfelag, har familjan í størri mun hevur tíð og orku at taka sær av hvør øðrum. Tað hevði verið ein Win-Win støða – bæði fyri trivnað og fyri vælferðarskipanina.
Tað kann vera, at vinningurin framleiðslufyritøkum verður ávirkaður. Men tá vit síggja, hvussu stórar inntøkur fleiri av hesum fyritøkum longu hava, er tað ikki ov nógv at krevja, at tær eisini taka størri samfelagsliga ábyrgd – gjalda meira til samfelagið. Vit kunnu spyrja okkum sjálvi, er samfelagið til vinnuna ella til fólkið, ið her býr?
Vælferðin og kappingarførið um arbeiðsorkuna hevði verið økt, um vit styttu arbeiðsvikuna. Tað er tíð at hugsa nýtt – og at seta menniskja og trivnað fremst.
Kom nú í gongd.

Leave a Reply