Category: Politikkur

  • Rættarsamfelagið og fólkaræðið í vanda

    Tað broytist ikki yvir eina nátt – ei heldur tvær. Men so líðandi flyta vit okkum skeivan veg, smá, smá fet. Vit leggja ikki merki til, at ein útsøgn, sum einaferð hevði skurrað í oyrunum, brádliga verður førd fram sum vanligt vit og skil. “Pendulið” sveiggjar, verður ofta sagt, eisini tað politiska.

    Nógv verður gjørt burturúr, at samfelagið ella ávísir samfelagsbólkar eru vorðnir ov erkvisnir, ov følnir, ella eru farnir at taka mótstøðu ov nær. Skemtisøgur og myndir (memes), sum gera gjøldur burturúr sokallaðum politiskt rættum útsøgnum ella handlingum, máa eitt sindur undan nøkrum av teimum framstigum, ið eru gjørd í nógv ár.

    Tann so kallaða politiska “korrektheitin” er ikki raketvísindi – hon snýr seg um at føra virðiligt samskifti og vísa virðiliga atferð móti øllum, eisini teimum, sum ein er ósamdur við. Samstundis snýr hon seg um at viðurkenna og vísa virðing fyri, at øll hava rætt at vera her – eisini tey, ein er ósamdur við, ella sum eru øðrvísi enn ein sjálvur.

    Tað er tí sera ørkymlandi, at tey, sum bjóða seg fram at umboða okkum, ikki tykjast duga at vera hóvlig – ella kanska tvørturímóti síggja tað sum heiðurstekin og styrki at vera óhøvisk og grov í orði og talu. Serliga móti samfelagsbólkum, ið hava veika ella næstan onga rødd her um leiðir.

    Spakuliga ómenniskjasliggera fleiri av útsøgnunum okkara næstu – tey, sum hava aðra trúgv, tey sum hava aðra kynsliga sannføring, ella onnur virði enn ein sjálvur.

    Onkur skrivar: “Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!” Eg vænti nú ikki, at nakar hevur bjóðað Hamas – her er í grundini sett líkheitstekin millum ein átrúna, eins og kristindómin, og ein yvirgangsfelagsskap. Og eg eri greiður yvir, at fólk taka sær nær, tá tey fáa at vita, at teirra trúgv er ein trúgv eins og aðrar trúgvir runt um heimin. Eg havi eisini skilt, at fleiri halda, at akkurát teirra trúgv er undantakið og ikki kann setast í sama bás sum hinar.

    Men aftur til yvirskriftina, sum er ein bólking av einari heilari átrúna saman við einum yvirgangsfelagsskapi. Hetta er heldur ikki eindømi; onnur hava róð upp undir líknandi boðskapir – sum ofta eru grunnir og tosa til innara djórið í okkum.

    Ein av orsøkunum til eitt rættarsamfelag er júst at hjálpa okkum at stýra okkum sjálvum og okkara innara djóri – og ikki lata egin tørvir og smølu fatanirnar stýra okkara atferð. Skil skal vera í. Men tað merkir ikki, at eingin vandi er á ferð. Vit síggja fleiri fólkaræðislig stýri flyta seg longur inn á leiðina, har populistiskar fatanir skulu broyta reglurnar, so innara djórið sleppur at hevna seg á onnur – heldur enn at vit taka eitt fet aftur og royna at síggja veruligu avbjóðingarnar.

    Slíkar sum, at veðurlagsbroytingarnar eru við at seta trýst á gomlar búsetingar – sum aftur elvir til skerd lívsgrundarløg og fólkaflytingar. Fólkaflytingarnar hava við sær, at okkara skipanir í vesturheiminum verða settar undir trýst. Fólk aðrastaðni frá leita sær norðureftir.

    Vælferðarskipanir okkara eru ein partur av hesum trýsti. Samstundis hava vit altjóða og heimligar fyritøkur, ið blanda seg upp í politikk í ymiskum londum. Hesar hava eisini fingið lættar skattabyrðar seinastu nógvu árini – hóast metstór yvirskot og íløgur.

    Eg kundi verið so frekur at sagt, at tú og eg fáa verri vælferð og gjalda meira í persónsskatti fyri, at hesar fyritøkur skulu sleppa lættari. Samstundis eru tær við at máa støðið undan smáhandilsvinnu og nærsamfeløgum.

    Men vit kunnu framhaldandi velja at tala niður á “onnur”: samfelagsbólkar, trúarbólkar og fólk, sum leita sær betri tilverugrundarlag enn tað, tey hava heima. Vit kunnu billa okkum inn, at onnur hava skyldina og eru ein hóttan móti okkum. Kanska eru tey tað – kanska tí vit eru ein hóttan móti teimum, tá vit loyva okkara leiðarum og “okkara” fyritøkum at eyðræna teirra heim og umhvørvi. Og meðan tað gongur fyri seg, venda vit blinda eyga til. Og meðan vit rópa um geilar og siga, at vinnan má vinna, tí so vinna vit, fyrigykla vit lygnina fyri okkum sjálvum, í eini vón um at tað skal dryppa niður á okkum? Ella hví?

    Børn okkara hava ikki ráð at búseta seg, uttan at vit stilla tuflurnar. Tað ger kanska einki, tí umhvørvið gerst kanska óliviligt, nú vit halda áfram at dálka og lata ríkidømi fossa niður í lummarnar hjá teimum fáu.

    Ja, nógv er galið í samfelagnum í dag, og nógv kundi verið betri. Loysnirnar hóva tó ikki kapitalistunum, ið trúgva, at vit skulu vaksa okkum úr øllum avbjóðingum. Loysnin er helst tann øvuta: Vit skulu skatta ovurhonds ríkidømi og vinning, avmarka støddina á fyritøkum og arbeiða minni. Tað hevði lætt um hjá vanligum fólki og minkað um dálkingina. Vit skulu minka okkum burturúr trupulleikunum. Vit kunnu spyrja okkum sjálvi nær hevur ein einstaklingur forvunnið nokk og eru inntøkur á 10, 100 ella 1000 milliónir um árið yvirhøvur rættvísar – kann virði á arbeiðinum hjá einum persóni veruliga vera so stórt? Ella kann tað hugsast at onkur ikki fær røttu lønina?

    Um vit minka um tørvin hjá fólki at flyta orsakað av veðurlagsbroytingum, kríggi og øðrum, og um vit sum heimssamfelag arbeiða fram móti at tryggja øllum betri vælferð, so skal nokk ganga. Men sum so ofta – vit kunnu ikki broyta onnur, vit kunnu bert broyta okkum sjálvi. Tað krevur dirvi. Tað krevur, at vit tora at seta kapitalinum krøv. Tað krevur sjálvrannsakan, tað krevur at vit velja aðra leið.

    Nú hava vit í skjótt 500 ár, frá byrjanin til kapitalismuna til nú, roynt hesa leiðina. Hóast stór framstig í vælferð og ríkidømi so gongur einki serligt. Nú mugu vit leggja kósina um, hóast tað er torført.

    Nøkur stig kundu verið:

    Skattið alla inntøku, persónsinntøku og yvirskot í fyritøkum omanfyri 10 milliónir árliga við 100%.

    Setið ein ognarskatt á fyritøkur, ið eiga í meira enn egin rakstrargøgn, ella typpið hol í skattalógini. Ella set mark fyri umsetningin í einari fyritøku, á ein hátt sum gevur rúm til fleiri fyritøkur í nærumhvørvinum og avmarkar monopolstøður.

    Eigarar av fyritøkum, ið vinna pening her, skulu búgva her.

    Styttið arbeiðsvikuna niður á 32 tímar (4 daga arbeiðsviku)

  • Kunnu vit taka búskaparfrøðingarnar fyri fult?

    Kunnu vit taka búskaparfrøðingarnar fyri fult?

    Vit síggja nú, at ein fyrrverandi skrivari hjá Fólkaflokkinum er formaður í Búskaparráðnum, samstundis sum ein fyrrverandi formaður í Búskaparráðnum nú stillar upp fyri Fólkaflokkin. Hetta reisir spurningin, hvussu óheft og politiskt óbundið ráðgevingin hjá teimum í veruleikanum er og hevur verði.

    Tað er eisini ein sannroynd, at búskaparfrøði, sum fak oftast heldur til høgru. Har trúgvin á, at marknaðarkreftirnar skulu loysa tað mesta – eisini trupulleikar, sum júst marknaðarkreftirnar hava skapt ella styrkt. So sum bústaðarkreppan, sum mannaskapta veðurlagskreppan, í teir tykjast hava ilt við at trúgva er til.

    Vit eiga, at minnast, at um búskaparfrøðingar høvdu ráðgivið í 1950’unum, so høvdu vit helst als ikki fingið eitt ókeypis, alment heilsuverk. Tað hevði tá verið mett sum ov dýrt og kappingaravlagandi.

    Ein avbjóðing í dag er, at vit hava bygt eitt samfelag, har alt sum gevur yvirskot skal vera privat, meðan alt sum krevur stórar almennar íløgur – t.d. heilsuverk, útbúgving og umsorgan – skal vera alment. Samstundis er ynski um, at tað privata skal kunna vinna pening við at selja tænastur til tað almenna.

    Nú hesir búskaparfrøðingarnir í størri mun hava víst sína politisku lit, er tað kanska eisini tíðin at hugsa seg væl um, áðrenn vit bara taka undir við teirra ráðgeving – og við áhugamálunum hjá teimum, sum teir velja at umboða.

  • Vón er fyri framman

    Vón er fyri framman

    Nú valfepur er til bæði eitt og annað ting, stendur samfelagið aftur framman fyri spurninginum: fara vit at enda við tað sama sum fyrr?

    Fá tykjast at hava veruligar loysnir, sum bøta um gerandisdagin hjá fólki ella veruliga virka fyri teimum, ið hava størstan tørv á nýggjum átøkum.
    Vit ella eg, sum eri miðaldrandi, havi í stóran mun fingið mítt: hús, arbeiði og eina nøkulunda trygga støðu. Eg eri yvirumboður í teimum flestu valdskipanum — ikki bara í Føroyum, men kring allan heimin.

    Men øll eru ikki í somu støðu.
    Samfelagsskipanin tykist í summum førum heldur styðja tey sterkastu enn tey, ið hava tað trupult — ja, hon kann enntá gera støðuna hjá teimum veikastu verri.

    Í kjakinum verður ofta víst á fremmandafólk, tilflytarar ella onnur sum verandi atvoldin til trupulleikarnar í samfelagnum.
    Eitt virðiskríggj verður sett á breddan, tá tey, ið hava ilt við at passa inn í gerandissementanina, krevja eina virðiliga viðferð og umtalu.
    Men hetta eru í roynd og veru uttanumtos, ið tarnar at vit fáa eyga á kjarnutrupulleikanum:
    Vit hava eina skipan, sum setur kapital og profitt fremst, hóast tað ofta gongur út yvir vanlig fólk og umhvørvið.

    “Vinnan má vinna”, verður sagt, eisini tey sum hava hoyrt søguna um gull kálvin.
    Tað er her trupulleikin liggur.

    Loysnin er greið:
    At krevja, at øll eru líka fyri lógini, og at menniskju og menneskjaligir tørvir verða settir fremst — ikki profittur hjá teimum ríkastu.

    Vón er fyri framman – um vit velja at velja okkurt ella onkran annan.

  • Á veg inn í eitt fátæksligt valstríð

    Á veg inn í eitt fátæksligt valstríð

    Nú val er útskrivað til 26 mars 2026, tykist longu greitt, at vit fara inn í eitt fátæksligt og grunt valstríð.
    Tá tilflytarar og útlendingar í Føroyum skulu fylla fyrsta valfundin, er greitt, at vit sum samfelag ikki tora at taka veruligu trupulleikarnar upp til viðgerðar.

    Størsta avbjóðingin er í stuttum, at vit ikki vilja – ella tora – at taka dystin upp móti kapitalinum og ovurríkidømi. Ongantíð áður hevur tað verið so sjónligt, at tað eru pengar og pengasterkar fyritøkur og einstaklingar, sum í veruleikanum avgera, hvussu vit sum samfeløg – ikki bara í Føroyum – innrætta okkum.
    Vit síggja, at tøknigigantar í vaksandi mun blanda seg beinleiðis í politikk í okkara grannalondum. Hetta er ikki bert gjøgnum stórar peningaupphæddir til valstríð hjá ymiskum høgrapopulistiskum flokkum, sum hava til vana at skýra tilflytarar av øllum sløgum at vera sjálvan trupulleikan í samfelagnum.

    Men – eg ivist í, at vit fara at taka henda dystin upp.
    Sum við grøna orkuskiftinum verður nógv orka brúkt upp á at undirgrava tey fakta, vit hava at halda okkum til. Globala upphitingin er skapt av menniskjum.
    Vit í Føroyum hava altíð havt lyndi til at goyma okkum aftanfyri onnur lond og siga: “Vit muna so lítið – um hini ikki broyta atferð, hví skulu vit?”
    Hetta sást, tá Russland leyp á Ukraina. Hetta sæst, tá talan er um ovurfiskiskap. Og tað sæst so sanniliga, tá talan er um grøna orkuskiftið.

    Restin av valskránum verður sannlíkt reinur signalpolitikkur. Øll fara at tosa um, at tey ungu, familjurnar og børnini skulu hava betri umstøður – uttan at nakar veruliga tekur fatt í kjarnuni av trupulleikunum.

    Eg vænti at um vit tordu at skattað og seta kapitalinum treytir høvdu vit væl ráð at gjalda ein suðuroyartunnil og alt annað okkum tørvar.

  • Haldføri krevur dirvi – ikki sparingar

    Haldføri krevur dirvi – ikki sparingar

    Vit hoyra tað aftur og aftur: búskaparligt haldføri manglar. Landsbankin og Búskaparráðið eru samd, og tað er ikki av óvart. Vit hava valt ein politikk, har stórar fyritøkur sleppa undan at gjalda sína rættvísa part, meðan milliónir – ja kanska milliardir – fara av landinum.

    Úrslitið? Vanligi borgarin skal gjalda rokningina, antin sum skatt ella verri vælferð.

    Hetta er ikki haldføri – hetta er afturstig.

    Vit síggja tað longu: eftirlønaraldurin hækkar, brúkaragjøld hækka, og aldurdómurin skal fíggjast við egnari eftirløn. Fyritøkur savnast á færri og færri hondum og lítli bygdakeypmaðurin er kroystur út.

     Samstundis verður sagt, at vit ikki hava ráð til útbyggingar, sum økja tryggleika og trivnað. Eitt nú undirsjóvartunnil til Suðuroynna.

    Vit hava ikki ráð at stytta arbeiðsvikuna og varðveitta lønirnar, sum aftur hevði økt um trivnaðin, minkað um sjúkrafráveru og trýstið á vælferðartænasturnar. Samfelagið hevði vunnið, hóast fyritøkur fingu minni vinning.

    Loysnir finnast

    • Skatt á stóran vinning ella umsetning – t.d. omanfyri 10–100 milliónir – hevði tryggjað, at meira kemur felagsskapinum til góðar.
    • Eyka tollur á stór rakstrargøgn, sum minkar arbeiðsorku og økir trýst á fiskastovnarnar, er eisini ein møguleiki.

    Hetta hevði kanska skapt rúm fyri einum ella fleiri bygdahandlum, tað merkir fleiri arbeiðsplássum úti um landið.

    At lata búskaparfrøðingar hava einkarætt uppá loysnir og halda fast í, at „eingin skal skattast“, merkir bara eitt: vit fáa ráð til minni og minni. Um vit vilja varðveita vælferðina, mugu vit tora at hugsa nýtt og seta átøk í verk. Haldføri krevur dirvi – ikki bara sparing.

    Men, tvætl, eg eri ikki búskaparfrøðingur.

  • Vit mugu stytta arbeiðsvikuna

    – til frama fyri vælferð og haldføri

    Tað verður tosað nógv um búskaparligt haldføri. Tað nýggja slagorðið, sum verður brúkt til at rættvísgera, at vit skulu arbeiða longri og fara seinni frá fyri aldur. Men hetta er ein skrúva uttan enda – og ein hugsan, sum í veruleikanum kann undirgrava vælferðina, heldur enn at tryggja hana.

    Eg haldi, at vit eiga at hugsa øvugt. Vit eiga at stytta arbeiðsvikuna og arbeiða minni.

    Ein stytt arbeiðsvika hevði ikki bara betrað um lívsgóðskuna hjá tí einstaka – hon hevði eisini havt jaligar avleiðingar fyri samfelagið sum heild. Trýstið á eldraøkið og dagstovnaøkið hevði minkað, tí familjur høvdu fingið meira tíð til hvønn annan. Hetta eru tvey av teimum størstu økjunum, sum krevja faklærda arbeiðsorku – og sum vit longu vita, verður trupult at manna í framtíðini.

    Tá fólk arbeiða ov nógv og ov leingi, økist arbeiðsbyrðan og krøvini. Hetta førir til, at fleiri missa arbeiðsførleikar og mugu fáa almennar veitingar. Ein stytt arbeiðsvika hevði minka um strongd, sjúkrafráveru og einsemi – hjá børnum, ungum, familjum og eldri.

    Hugsi tykkum eitt samfelag, har familjan í størri mun hevur tíð og orku at taka sær av hvør øðrum. Tað hevði verið ein Win-Win støða – bæði fyri trivnað og fyri vælferðarskipanina.

    Tað kann vera, at vinningurin framleiðslufyritøkum verður ávirkaður. Men tá vit síggja, hvussu stórar inntøkur fleiri av hesum fyritøkum longu hava, er tað ikki ov nógv at krevja, at tær eisini taka størri samfelagsliga ábyrgd – gjalda meira til samfelagið. Vit kunnu spyrja okkum sjálvi, er samfelagið til vinnuna ella til fólkið, ið her býr?

    Vælferðin og kappingarførið um arbeiðsorkuna hevði verið økt, um vit styttu arbeiðsvikuna. Tað er tíð at hugsa nýtt – og at seta menniskja og trivnað fremst.

    Kom nú í gongd.

  • Búskaparstýringin stýrir okkum útav

    Vøkstur omaná vøkstur, tað ljóðar av meira, men hetta fer at geva okkum minni vælferð, minni ræði á egnum viðurskiftum, tí umhvørvi og veðurlagsbroytingar fara, at krevja, at vit tillaga okkum enn meira enn vit longu gera.

    Tó ber til at skipa samfelagið øðrvísi. Til ber at skipa okkum soleiðis at okkara ávirkan á veðurlag og umhvørvi minkar.

    Eins sum undir “korona” farsóttini, ber til at seta ferðina niður. Tá síggja vit at sjálvt havi í “kanalunum” í Venesia gjørdust leitaðu smáhvalir sær millum húsini har.

    Fyri at fíggja hesum er heldur ikki neyðugt at arbeiða meira, framleiða meira ella at einstaklingurin skal skattast meira. Men neyðugt verður, at byrja, at skatta ovurhonds ríkidømi ella inntøkum og kanska eisini seta mark fyri hvussu stórar fyritøkurnar ella umsetningurin skal kunna vera ella gerast.

    Við at forða fyri hvussu stórar fyritøkurnar og vinningurin kann vera verður rúm fyri fleiri og fjølbroyttari virksemi, har teir stóru ikki kvala teir lítlu, og kanska eisini ávís kapping tá aftur kemur í. Í dagsins samfelag síggja vit at teir heilt stóru fyritøkurnar keypa kappingarneytarnar, og er eitt ótal av hugskotum etin av teimum stóru. Vinningurin hjá hesum fyritøkunum verður fjald í umrokningum og flytingum millum lond og kemur ikki samfelagnum ella fjøldini til góðar.

    Hendan avmarkingin førir eisini til ein minking í framleiðslu, ið vit kundu gagnnýtt til at stytta arbeiðsdagin og arbeiðsvikuna við – minni ferð og kanska varðveita vælferð. Ein slík broyting hevði, um rætt var borið at, eisini ført til at hvør einstøk familja hevði betri stundir til hvønn annan og kanska tá tørvurin á almennum tænastum eisini hevði minka. Fyri børnum, teimum eldru og kanska eisini á heilsuverkinum. Tí minkar trýsti á einstaklingin, er møguleiki fyri at heilsustøðan gerst betri og hevur einstaklingurin tá betri stundir at taka sær av sær sjálvum og øðrum.

  • Eg meini tað

    Polarisering er ein vaksandi avbjóðing í heiminum. Ein avbjóðing, ið má komast til lívs.

    Hvat er trupulleikin við polarisering – er tað ikki bara gott at viðurskifti vera sett upp á kant, at talan er greið, at vit fáa greitt at vita hvat “valdshavarin” meinar ella hvør tað nú er.

    Tað einasta vit kunnu við vissu vita er at ein staðfesting “við vissu” ikki altíð er so einføld. Verðin er ikki svørt og hvít og einføldu svarini eru sjáldan nøktandi.

    Vit síggja dømi um hetta í kjakinum um innflytarar og fløttar. Har vit vera býtt sundur í bert tveir partar. Antin er tú ímóti at fólk sleppa at flyta inn í landið ella ert tú fyri at øll skulu hava frítt at flyta inn. Alt ella einki, meðan veruleikin helst er at øll halda at skil skal vera á, helst ongin vil slett ongan hava inn, og øvugt, eingin vil hava at ongin stýring er á.

    Í útlondunum eru heilar politiskar rørslur og flokkar stovnaðar við nærum einum endamálið, at halda fremmandum úti. Og harvið missa vit sjóneyka á veruligum avbjóðingum, slíkt sum bústaðarneyð, at vit gerast fleiri eldri, sum skulu av arbeiðsmarknaðin og færri tykjast leggjast afturat arbeiðandi fjøldini. At mál og mentan kennast hótt – og heimurin tykist broytast skjótari og skjótari. Í Føroyum legst ein avbjóðing afturat og er tað fráflyting av kvinnum í “burðadyggum” aldri.

    Eitt annað evni í setur fólk í skot gravirnar er abort, spurningurin. Antin vil man drepa børn, ella vil man bjarga øllum lívum. Tað verður av summum rópt “mordari” eftir teimum, ið ynskja eina frælsari lóggávu. Tey sum ynskja eina meira bundna lóggávu verða í summum førum kalla “kvinnukúgarar”. Í flestum førum, haldi eg, at flest øll vilja tað sama. Vit ynskja, at øll vera vælkomin inn í hendan heimin, spurningurin er bara á hvønn hátt vit røkka hesum best.

    Fleiri avbjóðingar eru í fíggjarpolitisku geiranum. Ómettiliga tørvin á búskaparvøkstri og hóttanin á umhvørvi. Bæði á einum heimspolitiskum palli og á einum nær politiskum palli. Á heimspallinum er dálking av umhvørvinum sett upp móti búskaparvøkstrinum, sum aftur verður sett sum fortreyt fyri vælferð. Hóast vit áttu kanska hugsa í mótsettu raðfylgju. Vit ynskja meira vælferð, fyri at vælferð skal bera til mugu vit hava eitt gott og reint umhvørvi og ein tryggan búskap.

    Í nær politiska umhvørvinum vera havnaløg og arbeiðspláss í bústaðarøkunum sætt sum fortreyt fyri einum virknum lokal samfelagið hjá summum, meðan tey sum ynskja at hava hesi viðurskiftini meira skipað, so sum felagið heimafriður, verða skírd fíggindar hjá framburðinum og virknisfýsni.

    Loysing og samband eru eisini kend evni í Føroyum.

    Vit eiga at krevja av okkara valdsánarar, at teir í størri mun royna at kjakast um viðurskifti, í ávirka okkara tilveru á ein virðiligan hátt, hóast tað ikki er lætt.

  • Vinnan vinnur, vinna vit?

    Nú fóru tey øll aftur í gongd, politikarar, búskaparfrøðingar og onnur. Alt skal snúgva seg um búskaparvøkstur, størri eindir, effektivisering og hækkandi eftirlønaraldur. Annars ber einki til. Alt við einum boðskapi um at hesi viðurskiftini vera bjargingin hjá okkum øllum. Bert á henda hátt hava vit “ráð” at vera til eisini í framtíðini. Vinnan má vinna.

    Hetta hevur verði “slagorðini” hjá kapitalinum í fleiri ár eftir hondini. Hóast spádómurin hjá búskaparfrøðinginum John Maynard Keynes fyri góðum 100 árum síðani var, at um tøkniliga menningin helt fram við somu ferð var óneyðugt hjá okkum, nú hundrað ár seinni, at arbeiða meira enn eina 15 tíma viku.

    Av einari ella aðrari orsøk, hóast vit hava uppliva stóran búskaparvøkstur, hóast met vinning hjá stóru altjóða fyritøkum og eisini føroyskum, hava vit framvegis millum longstu arbeiðsvikuna og hægsta pensjónsaldurin í mun til londini vit vilja samanberast við.

    Eisini sleppa politikarar og onnur framhaldandi at føra fram, at “størri” eindir er vegurin til eitt betri samfelag. Heldur skuldi kjakið viðgjørt á hvønn hátt vit kunnu tryggja fólkaræði (demokrati) á bygd og í býi.
    Stórt merkir ikki altíð at fólksins rødd, vilji ella áhugamál vera tikin í álvara.

    Kanska gongdin eigur at vera fleiri “sjálvsognarstovnar” har eldrasambýli og dagstovnar í størri mun sleppa at avgerða sjálvi, hvussu teir skulu rekast, heldur enn at land og kommunur skulu brúka tíð og orku uppá at royna at stýra í smálutir.

    Búskaparmenningin gongur eisini út yvir umhvørvi. Meira krevur meira og skulu fiskastovnar, hagar og firðirnir troyttast meira og meira. Ovurstóri vinningurin hjá vinnuni hevur eisini verði við at økt um bústaðarneyð, tí vinningurin verður lagdur í fasta ognir, bygningar og hús, sama gongdin sum í flestu londum. Og sum takkarløn hitnar Heimurin omaná tað heila, væl hjálpt av menniskjum ella rættari vinnuni.

    Ikki nokk við tí, arbeiðsviðurskifti, lønarlag og annað eru viðurskifti, ið troytta menniskju og eru ábendingar um at tað eisini gongur út yvir sálarheilsuna hjá okkum.

    Kanska er loysnin at halda uppat við at leggja brenni á samfelagsbálið og satsa alt uppá búskaparvøkstur. Kanska er loysnin beint tann øvuta.

    Hugsið tykkum um vit settu ferðina niður, minkaðu um arbeiðsvikuna soleiðis at familjur høvdu tíð at vera familjur, taka sær meira av børnunum og teimum gomlu.

    Kanska vit á tann hátt kundu spart nakrar samfelagskrónur, fyrst og fremst tí tørvurin á tí “almenna” hevði minka, tí vit brádliga kundu hava betri stundir til hvønn annan. Kanska færri tá høvdu verið ovbyrjað og havt sálartrupulleikar av gerandisdegnum. Ein byrjan er at stytta um arbeiðsvikuna eins og samgonguskjalið legði upp til og kanska eisini vera eitt sindur meira víðskygd, tá pensjónsaldurin verður viðgjørdur. Kanska vit skulu arbeiða minni og vinnan skal vinna minni.

  • Um vinnan vinnur, vinna vit øll (2)

    Tað verður tikið upp í saman, “at um vinnan vinnur, so vinna vit øll”. Hetta hevur eisini verði sagt í øll hesi nógvu góðu ár, har búskapurin hevur koyrt við fullari fer. 

    Og ja, vinnan hevur ongantíð havt tað so gott. Yvirskoti og vinningsbýtið útgoldið til bæði lokalar og fremmandar íleggjarar hevur verið met stórt.

    Upphæddir vit ikki duga at ímynda okkum – tøl, sum taka ár at telja upp í.  

    Og hóast tað, stendur vælferðarsamfelagið fyri hóttafalli við ógvusligum starvsfólkatroti – loysnirnar hjá ymisku valevnunum, sum leypa í eyga, eru eitt nú, at privatisera á eldraøkinum. Á hvønn hátt tað tryggjar øllum ein virðiligan aldurdóm á ellisheimi, veit eg ikki. 

    Onnur meta, at neyðugt er at minka um arbeiðsmarknaðin við at foreldur kunnu fáa pengar frá kommununum at vera heima hjá børnunum. Ein loysn, sum bert væl bjargað kunnu velja. 

    Samstundis øtast vit um versnandi sálarheilsu og málsligar førleikar hjá okkara børnum. 

    Tað er týðuligt, at neyðugt er at uppraðfesta vælferðarstørv. Tað eru størv innan heilsuøkið og námsfrøðiliga økið. Vit hava latið vinnuna vunnið – nú er stundin komin, at eisini fólki vinnur; ikki minst børnini og tey, ið tørva námsfrøðiliga hjálp at megna dagin.

    Tað er gott um vinnan vinnur – um vit øll vinna. Men øll vinna ikki, okkara minstu, okkara elstu og tey uttan fullar førleikar hava ikki vunnið enn.